Badmintonsamband Føroya

Badmintonsamband Føroya

Share

Hetta er síðan hjá Badmintonsamband Føroya. Her kanst tú finna alla kunning um tiltøk hjá felagnum. Her kanst tú finna alla kunning hjá felagnum.

Eisini fara vit at leggja frásagnir og myndir av virkseminum hjá felagnum. Badmintonsamband Føroya
ÍSF-húsið
FO-100 Tórshavn
[email protected]

Konto 9181-422.591.2

Aðalskrivari:
Peter Chr. Gram
Tlf. 598745
[email protected]

Starvsnevnd

Formaður:
Johnny í Grótinum
Tlf. 520094
[email protected]

Næstformaður:
Herborg á Mýruni

Nevndarlimir:
Elian Eyðunsson Elttør
Katrin Jacobsen
Birgit Ryan

Tiltakslimur:
Gun

14/08/2026

Almenn móttøka í ÍSF

Ítróttasamband Føroya bjóðar til fráfaringarløtu fyri Petur Mittún og móttøku fyri Maritu Debess Magnussen, sum hevur tikið við sum aðalskrivari í ÍSF.

Petur Mittún hevur í sínum starvi sum fyrsti aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya lagt nógv fyri føroyskan ítrótt, og við fráfaringarløtuni vil ÍSF takka honum fyri hansara arbeiði og íkast
gjøgnum árini.

Samstundis vil starvsnevndin bjóða Maritu Debess Magnussen vælkomnari í starvið og geva samstarvsfeløgum, sambondum og øðrum høvi til at heilsa upp á nýggja aðalskrivaran.

Móttøkan verður fríggjadagin tann 14. august frá klokkan 15 til 18 í ÍSF húsinum á Eystaru Bryggju 30. ÍSF forsetin býður vælkomin kl. 15.30.

ÍSF er vertur við ábiti og onkrum góðum afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ítróttasamband Føroya

15/07/2026

Trygd heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Badmintonsambandinum

Trygd og Badmintonsamband Føroya hava longt samstarvið, og Trygd heldur sostatt fram sum høvuðsstuðul hjá badmintonítróttinum í Føroyum.

Samstarvið hevur til endamáls at stuðla menningini av badminton í Føroyum – bæði hjá børnum, ungum, vaksnum og úrvalsleikarum. Við stuðlinum frá Trygd fær Badmintonsambandið betri møguleikar at menna virksemið kring landið, skipa fyri kappingum og skapa góðar karmar fyri leikarar, venjarar og feløg.

Stuðulin frá Trygd hevur stóran týdning fyri badminton í Føroyum. Hann ger tað møguligt hjá okkum at arbeiða miðvíst við menning, kappingum og átøkum, sum koma leikarum og feløgum til góðar. Vit eru sera takksom fyri álitið og gleða okkum til at halda fram við góða samstarvinum, sigur Sofía Olsen, aðalskrivari í BSF.

Badminton er ein ítróttur í vøkstri, og Badmintonsambandið arbeiðir støðugt við at styrkja grundarlagið hjá ítróttinum, bæði lokalt í feløgunum og í landsliðshøpi. Framhaldandi stuðulin frá Trygd er ein týðandi partur av hesum arbeiði.

Vit eru errin av at halda fram sum høvuðsstuðul hjá Badmintonsambandinum. Vit hava verið høvuðsstuðul í tvey ár, og tað hevur verið hugaligt at fylgt menningini av ítróttinum og tí stóra arbeiðinum, sum verður gjørt kring landið. Badminton er ein ítróttur, sum savnar fólk í øllum aldri og gevur børnum og ungum góðar møguleikar at mennast bæði ítróttarliga og sosialt. Vit vilja fegin vera við til at skapa tryggar og góðar karmar fyri slíkar felagsskapir í Føroyum, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

Photos from Badmintonsamband Føroya's post 12/07/2026

Fýra føroyskir badmintonleikarar og føroyskur venjari til altjóða Summer School

Føroyskt badminton er aftur í ár væl umboðað á árligu leguni Summer school, sum Badminton Europe skipar fyri. Í ár luttaka fýra føroyskir leikarar á leguni, sum verður hildin í Vejen í Danmark – annað árið á rað. Okkara leikarar eru Brynja á Borg, Elisa Hentze Niclasen, Jónas Festirstein Dam og Óðin Eldevig
Summer School er eitt afturvendandi tiltak, har ungir badmintonleikarar úr øllum Evropa savnast í eina viku at venja, læra og menna seg. Legan gevur luttakarunum møguleika at venja saman við javnaldrum á høgum stigi og fáa undirvísing frá dugnaligum venjarum úr fleiri londum.
Fyri føroysku leikararnar er hetta ein serstakliga gevandi uppliving. Umframt at menna tekniskar og taktiskar førleikar á badmintonvøllinum, fáa tey eisini nýggjan íblástur, størri sjálvsálit og virðismiklar royndir. Samstundis knýta tey vinabond við leikarar úr øðrum londum, sum eru við til at styrkja bæði trivnaðin og áhugan fyri ítróttini.

Í ár eru Føroyar eisini umboðaðar á venjarasíðuni. Fai Yin Wong, landsliðsvenjari og venjari í HBF, luttekur nevniliga sum hjálparvenjari á leguni. Hetta er bæði ein viðurkenning av føroyska venjaraarbeiðinum og ein góður møguleiki at savna nýggja vitan og royndir, sum kunnu koma føroyskum badmintoni til góðar.

Luttøkan á Summer School er ein týdningarmikil partur av menningini hjá okkara ungu leikarum. At fáa møguleikan at venja í einum altjóða umhvørvi við leikarum og venjarum á høgum stigi gevur virðismiklan førning, sum tey kunnu taka við sær heim – bæði á og uttan fyri badmintonvøllin.

Photos from Badmintonsamband Føroya's post 28/06/2026

North Atlantic Camp
Norðuratlantisk badmintonlega er í hesum døgum í Nuuk. Talan er um árligu leguna North Atlantic Camp (NAC), har leikarar og venjarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi luttaka.
Skráin hevur verið fylt við nógvum góðum og mennandi badmintonvenjingum, umframt at tað eisini hevur verið rúm fyri túrum, aktivitetum og hugnaligari samveru.
Høvuðsvenjari á leguni er danin Frederik Bjergen.
Badmintonsamband Føroya fegnast um góða samstarvið millum hesi trý londini
🇬🇱🇮🇸🇫🇴

11/06/2026

Kom og royn badminton 🏸👏

🏸 OPIN BADMINTON VENJING í samstarv við Badmintonfelagið Nápur 🏸

Hevur tú hug at royna badminton í einum tryggum umhvørvi? 😊
Nú hevur tú møguleikan!

📍 Fimleikahøllini við Gøtugjógv
📅 12. juni 2026
🕔 Kl. 17:00

Venjingin er serliga tillaga til børn og ung, sum hava skerdan kropsligan førleika. Dentur verður lagdur á rørslu, gleði og felagsskap 💚

🏸 Komið og royni tykkum – vit hjálpa tykkum í gongd😊

Øll við er ein verkætlan hjá Parasport Føroyar, sum verður framd í samstarvi við Ítróttasamband Føroya.
Verkætlanin fær stuðul frá Betrii, Knud og Dagny Gad Andresen Fonden, Vanførefonden, Mentamálaráðnum, MEGD og BevicaLegater
Se mindre

Photos from Badmintonsamband Føroya's post 22/05/2026

Ranja og Jafet í Bulgaria
Fleiri og fleiri badmintonleikarar luttaka í altjóða kappingum. Og nú eru tveir av okkara bestu ungu leikarum eisini farin uttanlands at royna eydnuna.
Talan er um Ranju Joensen, KBF og Jafet Rasmussen, HBF.
Tey luttaka í Victor Bulgaria Junior Open 2026. Hetta er ein sterk kapping við luttakarum runt heimin. Bæði eru komin inn í einmansleiki og blandaðum tvímansleiki. Ranja spældi móti einari úr Turkalandi. Hon tapti tíverri tepurt 2-1. Jafet hevur eisini verið í gongd í dag. Hann tapti 2-0 móti einum leikara frá Singapore.
Í blandaðum tvímansleiki møttu tey einum pari úr Turkalandi, sum tey tíverri taptu 2-0 - settúrslitini vóru 21-16 og 21-17.

18/05/2026

U-15 landsliðið í badminton hevur um vikuskiftið luttikið í U15-kapping í Farum í Danmark, har okkara ungu leikarar fingu virðismiklar royndir og vístu, at føroyskt badminton er í góðari menning.
Hóast føroysku leikararnir hesa ferð ikki komu heim við heiðursmerkjum, var talan um eina sera góða kapping, har fleiri dystir vóru javnir og væl spældir. Fleiri av okkara leikarum vunnu dystir, og manglaðu lítið í at røkka semifinalu.
Kappingin í Farum gav føroysku U15-leikarunum høvi at royna seg móti sterkum donskum og norðurlendskum badmintonleikarum. Slíkar kappingar eru sera týdningarmiklar fyri menningina av ungum føroyskum badmintonleikarum, tí tær geva bæði dystarvenjing, altjóða royndir og motivatión til at halda fram við miðvísari venjing.
Í Badmintonsambandi Føroya fegnast vit um avrikið hjá leikarunum. Teir og tær vístu góðan hugburð, stríðsvilja og stóran vilja til at læra. Tað sæst týðiliga, at arbeiðið í feløgunum kring landið ber ávøkst, og at støðið hjá føroyskum ungdómsbadminton er á veg uppeftir.
Endamálið við luttøkuni er ikki bert at vinna heiðursmerki, men eisini at geva okkara ungu leikarum møguleikan at mennast sum íðkarar og sum partur av einum føroyskum landsliðsumhvørvi. Royndirnar frá Farum eru tí eitt týdningarmikið fet á leiðini hjá hesum leikarum.
Badmintonsamband Føroya takkar leikarum, venjarum, foreldrum og feløgum fyri gott samstarv og stuðul. Vit gleða okkum at fylgja hesum unga ættarliði víðari og vóna, at enn fleiri børn og ung fáa hug at royna seg í badminton.

18/05/2026

Aðalfundur 2026
Aðalfundurin hjá Badmintonsamband Føroya verður mikudagin 17. juni 2026 kl. 17
Skrá sambært viðtøkum sambandsins.
Mál til skránna skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi mikudagin 3. juni

16/05/2026

🏸🇫🇴🏸 Vit gleða okkum, 🏸🇫🇴🏸
Koma tit ikki eisini við?
Tilmeldið tykkum sum sjálvboðin 💪

Want your business to be the top-listed Gym/sports Facility in Reykjavík?

Click here to claim your Sponsored Listing.

Location

Category

Address


Reykjavík