02/09/2026
Setið kross í kalendaran til ársins jólabingo❌🎄🎁
Týsdagin 24/11 í Trongisvágs skúla 🤩🎅🏻
Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra TB-Flogbóltur, Sportshold, Tvøroyri.
02/09/2026
Setið kross í kalendaran til ársins jólabingo❌🎄🎁
Týsdagin 24/11 í Trongisvágs skúla 🤩🎅🏻
Í dag kl. 16.00 byrjar flogbóltsvenjingin endiliga aftur 🏐 Vit eru uttan iva fleiri, sum hava glett okkum í langa tíð at byrja aftur 😊
Flotta og fjølga høllin hjá okkum á Tvøroyri er nevniliga eitt so sera gott stað at savnast um tann góða felagsskapin.
Sum eg hugsi aftur á gamlar og góðar tíðir í TB flogbólti, minnist eg serliga ferðirnar við Smyrli og síðani við langar busstúrar við bygdaleiðum á vetrartíð uttan undirsjóvartunlar, kappingarnar tá tað kendist sum um, at mann var í høllini frá morgni til myrkurs, venjingarlegur sum Virgar, Chris og Doris skipaðu fyri, uttanlandsferðirnar til Danmarkar. Men tað sum eg minnist allarbest eru liðfelagarnir og tað góða samanhaldið, sum vit høvdu.
Tað eru mong, sum gjøgnum ár og dag hava lagt nógva orku og kærleika í hetta felagið og halda á at hjálpa og stuðla, tá tørvur er á hesum. Hjartans tøkk fyri tað 🖤🤍
Venjararnir hjá okkum eru gullverdir 🏐🖤🤍 Teir flestu eru gamlir í garði, men tað er altíð pláss fyri fleiri 😉
Okkara fremsta mál í TB flogbólti er, at øll skulu hava tað stuttligt – bæði smá og stór. Somuleiðis skulu tey sjálvandi mennast sum leikarar 🏐
Eg ynski øllum eitt gott, rokaligt og stuttligt flogbóltsár – ein serlig heilsan til okkara nýggju leikarar, sum byrja fyri fyrstu ferð í ár, hjartaliga vælkomin í TB flogbólt.
- Forkvinnan
Kom og spæl flogbólt🙌🖤🤍
Vit byrja at venja í dag, flogbørn byrja í morgin🏐
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur og um onkur yvast so eru tit vælkomin at royna flogbólt. Øll eru vælkomin, eisini um onkur ikki hevur roynt hetta fyrr🙌🏐
Her eru venjingartíðirnar 👇
Level 0, 1 & 2:
Týsdag og tórsdag 16.00 - 17.00
Level 3:
Týsdag og tórsdag 17.00 - 18.00
G12:
Týsdag og tórsdag 17.00 - 18.00
Venjarar eru Tamás, Reyliene, Karin & Julia 😊
D12:
Týsdag og tórsdag 17.00 - 18.00
Venjarar eru Tamás & Barbara 😊
G14:
Týsdag og tórsdag kl.18.00-19.30
Venjarar eru Tamás og Rayliene 😊
D14/17:
Venja saman týsdag og tórsdag 18.00-19.30
Venjarar eru Tamás & Gudrid 😊
G16:
Mánadag 18.00-19.00
Tórsdag 18.00-19.30
Venjarar eru Tamás og Rayliene 😊
Síggjast 🖤🤍🏐🤩
Til allar okkara limir
Í morgin á limadegnum er møgukeiki at bíleggja beinleiðis frá Sport 24.
Vit skifta IKKI búna, men allarhelst er onkur sum skal hava aðra stødd.
Men vit vilja samstundis gera vart við, at í næsta ár til kappingarárið 27/28, verður tað nýggjur búni.
Klæðini vit hava nú ganga út, av tí sama eru ikki allar støddir á lagur. Vit hava funni eina loysn sum líkist, í teimum støddunum sum eru uppi.
Vit gleða okkum at síggja tykkum á limadegnum í morgin 13/8 kl. 17-18:30🥳🤗
10/08/2026
❕Minnist til aðalfundin 22/7 kl. 19:00❕
13/07/2026
🏐 Kom og royn flogbólt saman við okkum! 🏐
Nýggju venjararnir hjá TB Flogbólti bjóða til fýra opnar venjingar, har øll eru hjartaliga vælkomin!
Hevur tú ongantíð spælt flogbólt áður, hevur tú spælt fyrr, ella ert tú longu virkin spælari? So er hetta eitt frálíkt høvi at royna flogbólt, hitta nýggj fólk og vera partur av einum góðum felagsskapi.
Venjingarnar eru skipaðar sum ein verkætlan við fýra venjingum, har dentur verður lagdur á rørslu, spæligleði og felagsskap – og at geva fleiri møguleikan at royna flogbólt.
👧 Til tey yngstu verður skipað fyri einum spæliøki har børnini kunnu stuttleika sær, meðan eldru børnini og vaksin venja flogbólt.
📅 Dagfestingar
• 15. juli
• 22. juli
• 29. juli
• 5. august
🕕 Klokkan: 18.00–19.00
Tak ein vin við, familjuna ella kom sjálv/ur – vit gleða okkum at taka ímóti tykkum.
Øll eru vælkomin🏐
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá TB Flogbólti verður onsdagin 22. Juli 2026 kl 19.00 í hølunum við Stórá.
Skráin er hendan :
Val av orðstýrara
Frágreiðing frá seinasta kappingarárið
Framløga av rokniskapi
Val av nevndarlimum og tiltakslimum
Ymiskt
NEVNDIN
❗️Hevur ongin eini hús til hesa lítlu fittu familju? Vit hava fingið innivist til tey framm til aug☺️❗️
TB flogbóltur leitar eftir einum húsum ella einari íbúð til leigu til okkara venjara, frá juni mánaði🏡
Ynskiligt er, at íbúðin/húsið er egnað til eina familju uppá 2 vaksin og 1 barn, skjótt 2😊
Um tú hevur nakað til leigu, ella kennir onkran, sum kanska hevur, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Vinarliga send boð ella ring fyri nærri kunning.
Vit takka fyri hjálpina!🤍🖤