Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Del

Flogbóltstíðindi og annað, sum hevur við føroyskan flogbólt at gera - og viðhvørt eisini útlendskan. Faroese Volleyball Association

Photos from Flogbóltssamband Føroya's post 02/09/2026

FM í sandflogbolti verður avgjørt um vikuskifti í Fuglafirði

Fyrsta FM kappingin í sandflogbolti, sum er skipað av Flogbóltssambandi Føroya verður avgjørd um vikuskifti í Fuglafirði, har mentanarvika er. Harvið verða føroyameistarar í sandflogbólti kosnir á fyrsta sinnið í Føroyum.

Tilsamans 6 FM stevnur hava verið hildnar kring landið. Hin fyrsta var 27. juni í Fuglafirði og síðani tá, hava stevnur verið í tvær ferðir í Sandavági, í Havn, á Sandi og so aftur í Fuglafirði. Á hvørjari av hesum stevnunum hava leikarar vunnið sær stig fyri á tann hátt at hava møguleikan fyri at vinna seg endaligu FM kappingina, sum verður í Fuglafirði um vikuskifti. Fremstu fýra liðini hava møguleikan fyri at leika um endaliga føroyameistaraheitið. Hetta er líknandi leistur, sum verður brúktur í grannalondum okkara.

Hjá kvinnunum eru tað serliga trý lið, sum hava luttikið í flestu kappinunum og sum nú liggja væl fremst í samlaðu FM kappingini. Hesi eru Bylgja Holm og Julie Madsen, sum liggja á odda nú innleiðandi FM stevnurnar eru liðnar. Nr. 2 eru Jakobina Joensen og Milja Silvansdóttir og nr. 3 eru Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen.

Hjá monnunum hava fýra lið síðani 27. juni á skift ligið fremst í samlaðu kappingini. Nú farið verður til kappingina millum fremstu fýra liðini liggja Kaj Johannesen og Elias B. Jensen á odda. Nr. 2 eru Jónstein Jacobsen og Sofus B. Mortensen. nr. 3 eru Jens Heri Bolstad Mortensen og Tórður Højsted og nr. 4. eru Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytriiev.

Sermerkt fyri mennirnar er, at Jens Heri Bolstad Mortensen, Bjarni Larsen og Oleksandr Dmytrieev hava luttikið í kappingum við ymiskum liðum fyri á tann hátt at vinna nóg mikið at stigum fyri at koma til kappingina milum fýra tey fremstu. Hetta er ein møguleiki fyri at taka hædd fyri skaðum, men eisini tí at kappast í veruleikanum verður gjøgnum summarið har fólk vanliga fara í feriu.

Kappingin ímillum fremstu fýra liðini byrjar fríggjadagin 4. september kl. 16.45 og heldur áfram leygardagin frá kl. 11.15. Finalan fyri kvinnur verður leygardagin kl. 15.00 og fyri menn leygardagin kl. 16.00

Kappingin verður í innandura sandflogbóltshøllini, Koksið, sum liggur við havnalagið í Fuglafirði.

29/08/2026

6. og síðsta FM stevnan, verður sunnudagin í Koksinum í Fuglafirði...

Sunnudagin 30. august kl 13:00 verður Sandflogbóltskapping í Koksinum í Fuglafirði🤗
Niðanfyri síggja tit skránna til kappingina.

Øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja🏐

23/08/2026

6. stevnan í FM stevnurøðini verður 27.-30. august í Koksinum í Fuglafirði.
Fyriskipari er ÍF Flogbóltur. Tilmelding er í seinasta lagið 26. august 2026 kl. 12.00 á [email protected].
Tilmelding skal umfata nøvnini á báðum leikarunum, aldur á leikarum, har lægsti aldur er 13 ár, og hvat flogbóltsfelag teir eru limir í.
Luttøkugjald er 300 kr. fyri hvørt lið. Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9865 9990407
Lið skulu verða í eins klæðum, sum skulu verða merkt við nr. 1 og nr. 2
Samlaðu reglurnar fyri FM stevnurøðina síggjast her: http://fbf.fo/.../logir-og.../landskapping-fyri-sandflogbolt
Hetta er síðsta FM stevnan í 2026 og fremstu fýra liðini eftir hesa kappingina vinna seg til Final 4 kappingina, sum eisini verður í Koksinum 4.- 6. september.

Photos from Flogbóltssamband Føroya's post 23/08/2026

5. FM stevnan í sandflogbólti varð í gjár - leygardagin - leikt í Sandavági. Tað vóru bara mennirnir, sum dystaðust.
Oleksands Dmytriiev og Ingálvur E. Olsen vunnu kappingina.
Undan 6. og síðstu FM stevnuni, eru tað nú Kaj Johannesen og Elias B. Jensen, sum liggja á odda í samlaðu støðuni.
Hjá kvinnunum liggja Bylgja Holm og Julie Madsen framvegis á odda.
Kappingin komandi vikuskifti í Koksinum í Fuglafirði er hin síðsta innleiðandi FM stevnan. Eftir hana leika fremstu fýra liðini eina Final 4 kapping, har føroyameistarin í sandflogbólti verður funnin. Hendan kappingin verður 4. - 6. september í Koksinum í Fuglafirði.

21/08/2026

Leikskrá fyri mennirnar í morgin
Kvinnukappingin í morgin er avlýst

Vit takka fyri tilmeldingar og gleða okkum at síggja tykkum leygardagin 22.08.
Niðanfyri er dystarskráin👇

Kappingin hjá kvinnum er tíverri avlýst

17/08/2026

5. stevnan í FM stevnurøðini verður ein av døgunum 21.-23. august í Sandavági. Stevnan er fyri kvinnur og menn.
Fyriskipari er Dráttur. Tilmelding í seinasta lagið 19. august 2026 á [email protected]
Tilmelding skal umfata nøvnini á báðum leikarunum, aldur á leikarum, har lægsti aldur er 13 ár, og hvat flogbóltsfelag teir eru limir í.
Luttøkugjald er 300 kr. fyri hvørt lið. Luttøkugjaldið skal flytast á konto 6460 1539258.
Lið skulu verða í eins klæðum, sum skulu verða merkt við nr. 1 og nr. 2
Samlaðu reglurnar fyri FM stevnurøðina síggjast á FBF.fo
Umframt 5. stevnuna í Sandavági er stevnurøðin nú hendan:
28.- 30. august, Fuglafjørður, Kvinnur og Menn
4.- 6. september, Fuglafjørður, FM Final 4, Kvinnur og Menn

Photos from Flogbóltssamband Føroya's post 16/08/2026

4. FM stevnan í sandflogbólti varð í gjár leikt á sandinum á Sandi. B71 skipaði sera hegnisliga fyri stevnuni í góðum veðri og í sera vøkrum umhvørvi.

Hjá kvinnunum vunnu Jakobina Joensen og Milja Silvansdóttir aftur. Í samlaðu kappingini eru tað nú Bylgja Holm og Julie Madsen, sum liggja á odda.

Hjá monnunum vunnu Jens Heri Bolstad Mortensen og Rasmus Potts. Við sigrinum løgdu teir seg eisini á odda í samlaðu kappingini.

Tvær stevnur eru nú eftir. Komandi vikuskifti, verður stevna í Sandavági og vikuskifti eftir, 28. - 30. august, verður stevna í Fuglafirði.

Fýra tey fremstu liðini leika so eina endaliga FM stevnu í Fuglafirði 4-5. september, har føroyameistararnir verða funnir.

13/08/2026

4. FM stevnan í sandflogbólti verður leygardagin á Sandi...

🏐☀️ SANDFLOGBÓLTUR Á SANDI! ☀️🏐

Leygardagin 15. august verður sandurin á Sandi karmur um 4. FM-stevnuna í sandflogbólti 🔥

Her verður sandur, smash, sveitti og FM-stemningur frá morgni til kvølds! 😎🏐

Kvinnurnar leggja út kl. 10.00, og menninir taka yvir frá kl. 14.30 💥

So takið familju og vinir við oman á sandin og hjálpið okkum at skapa ordiligan FM-stemning! 📣🙌

📍 Sandurin á Sandi
📅 Leygardagin 15. august
⏰ Frá kl. 10.00

👇 Sí dystarskránna á myndini

🔥🏐 SANDUR + FLOGBÓLTUR + FM – VIT SÍGGJAST NIÐRI Á SAND! ☀️😎

04/08/2026

4. stevnan í FM stevnurøðini verður ein av døgunum 14.-16. august á Sandi. Stevnan er fyri kvinnur og menn.

Fyriskipari er B71 Flogbóltur. Tilmelding í seinasta lagið 11. august 2026 á [email protected]

Tilmelding skal umfata nøvnini á báðum leikarunum, aldur á leikarum, har lægsti aldur er 13 ár, og hvat flogbóltsfelag teir eru limir í.

Luttøkugjald er 300 kr. fyri hvørt lið. Luttøkugjaldið skal flytast á konto 9181 5216933.

Lið skulu verða í eins klæðum, sum skulu verða merkt við nr. 1 og nr. 2

Samlaðu reglurnar fyri FM stevnurøðina síggjast á FBF.fo

Umframt 4. stevnuna á Sandi er stevnurøðin hendan:
21.- 23. august, Sandavágur, Kvinnur og Menn
28.- 30. august, Fuglafjørður, Kvinnur og Menn
4.- 6. september, Fuglafjørður, FM Final 4, Kvinnur og Menn

Photos from Flogbóltssamband Føroya's post 02/08/2026

Tvey EM pláss og tvey silvurheiðursmerki Cardiff

Samanlagt trý EM pláss og trý silvurheiðursmerki eru komin til høldar í summar í tilsamans fýra EM-undankappingum í sandflogbólti.

Ikki kann sigast annað enn, at EM undankappingarnar í sandflogbólti hava gingið sera væl í summar. Føroyskir leikarar hava luttikið í samanlagt fýra kappingum. U20 fyri bæði kyn og U18 fyri bæði kyn.
Samlaða úrtøkan fyri føroyskan sandflogbólt hevur verið trý EM pláss og 3 silvurheiðursmerki.

Í dag tryggjaðu Anna Katrina í Haraldstovu og Tova S. Nielsen sær silvurmerki eftir at tær taptu finaluna ímóti einum sera sterkum íslendskum liðið. Samstundis tryggjaðu tær Føroyum luttøku í U18 EM endsspælinum fyri gentir í 2027.
Júst sama støða er galdandi fyri Kaj Johannesen og Elias B. Jensen. Teir taptu finaluna ímóti Andorra, men tryggjaðu tó Føroyum EM luttøku í 2027 fyri U18 lið og teir tryggjaðu sær silvurheiðursmerki.

Fyri fáum vikum síðani tryggjaðu Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen eisini føroyska U20 luttøku í 2027.

Í vár setti Flogbóltssamband Føroya danan, Martin Olesen, í starv sum høvuðsvenjara fyri sandflogbóltin. Martin hevur drúgvar royndir og hevur millum annað vunnið EM við donskum U-lliðum. Arbeiði hjá Martin hevur borið ávøkst og sandflogbóltsluttøkan í ár hevur verið sera væl eydnað.

Komandi ár, skulu lið aftur til EM-undankappingar eins og tey skulu til sjálvar EM kappingarnar. Umframt hetta, skulu fýra føroysk lið luttaka á Oyggjaleikunum.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


á Frælsinum
Tórshavn
FO-110

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00