Havnar Tennisfelag

Havnar Tennisfelag

Del

Havnar Tennisfelag Havnar tennisfelag er til fyri tennis íðkandi og tennis áhugaði í Føroyum.

29/08/2026

🎾🔥 LEIGA TÍN EGNA TENNISVENJARA! 🔥🎾

Vilt tú blíva betri til tennis, royna tennis fyri fyrstu ferð – ella bara hava ein stuttligan tíma saman við vinum? Nú kanst tú leiga ein venjara og fáa venjingina júst soleiðis, sum tú ynskir hana! 🙌

👤 Kom einsamøll/einsamallur og arbeið málrættað við tínum spæli
👥 Tak 2–4 vinir við til venjing, spøl og kappingar
🥳 Perfekt til vinarbólkar, familjur og polterabend
🏢 Eisini upplagt til fyritøkur og starvsfólkadagar

Tímin kann snúgva seg um teknikk, servu, forehand, backhand og taktikk – ella vit kunnu fylla hann við stuttligum spølum og avbjóðingum. Tit avgera! 🎯

💰 1 leikari: 400 kr./tíma + avgreiðslugjald
💰 2–4 leikarar: 500 kr./tíma + avgreiðslugjald

🎾 Vøllur er íroknaður
🎾 Kettjarar og bóltar kunnu lánast ókeypis
🎾 Fyri allar aldursbólkar og øll støði – frá nýbyrjarum til vandar leikarar

🏠 Felagshúsið kann eisini nýtast til hugna áðrenn og aftaná tennis.

Eru tit fleiri enn 4, ella ynskir ein fyritøka eina serliga tennisuppliving?
📩 Skriva til [email protected], so finna vit eina loysn til tykkum.

🎾 Tín tími. Títt støði. Tíni ynski.
👉 Savna vinirnar – ella kom sjálv/ur – og kom á vøllin! 🔥

Tilmelding her👇👇

Atgongumerki.fo

Photos from Øll við's post 25/08/2026

👇👇😊❤️❤️🎾🎾

23/08/2026

Heystkapping fyri børn 🎾🥇🏆

Kappingin fyri børn verður nú leygardagin(12/9) og sunnudagin (13/9)

Kappast verður í fylgjandi greinum - gentir og dreingir kappast móti hvør øðrum.

- U8 (fødd 2018 ella seinni): Reyðan bólt og lítlan vøll
- U10 (fødd 2016 og 2017): Appelsingulir bóltar og vøllur
- U12 (fødd 2014 og 2015): Grønar bóltar og vøllur
- U14 (fødd 2012 og 2013): Gulir bóltar og fullan vøll

Nær👇
Leygardagin (12/9):
- U14: kl. 13:00

Sunnudagin (13/9):
- U8: kl. 13:00
- U10: kl. 14:00
- U12: kl. 16:30

Tíðirnar eru vegleiðandi, undantikið fyrstu tíðirnar leygardagin og sunnudagin. Hetta kemst av, at tað velst um hvussu nógv tekna seg til kapping o.a.

Vaksin halda skil á dømingini, og hjálpa børnunum sum heild.

Tilmelding her (er ókeypis) 👇👇

https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/3746698/order/info

Vit síggjast 🤗🎾🎾🥇🥈🥉 Gott spæl🎾

23/08/2026

Heystkapping 2026 fyri kvinnur/ menn🎾🎾

Heystkappingin byrjar tann 17/9 og finalur verða spældar sunnudagin 20/9.

Kappingarleisturin er best av 3 settum, 3. settið er champion tiebreak.

Meldið til her👇

https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/3746705/order/info

Komið við - just do it🤗🎾

23/08/2026

FM í double 2026🎾🎾

🙍‍♂️Leygardagin 5. septembur er double hjá kvinnum

🙍‍♀️Sunnudagin 6. septembur verður double hjá monnum

Meldið til hér👇Ein tilmelding pr. lið. Í “navn” skeiva til bæði nøvnini hjá leikarunum.

https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/3746515/order/info

Kappingarleisturin er best av trimum settum, spælt verður við no add regluni, avgerandi 3. settið er champion tiebreak.

Photos from Havnar Tennisfelag's post 23/08/2026

🎾 FM 60+ og 70+ 2026 – tennisgleðin hevur ongan aldur! 🎾

Tað er fantastiskt at síggja, hvussu nógv lív, kappingarhugur og spæligleði framvegis er á tennisvøllinum hjá okkara eldru spælarum. 💪🎾

Í ár hava vit havt FM 60+ og FM 70+, bæði í single og double. Dystirnir vóru merktir av góðum tennis, spennandi bóltum og ikki minst einum sterkum vilja at kappast.

Tað vísir so væl, hvat tennis kann: Tú kanst spæla, mennast, kappast og vera partur av einum góðum felagsskapi alt lívið. ❤️

🏆 FM 60+ – Single

🥇 FM-vinnari: Erling í Liða
🥈 Krisjan Christiansen
🥉 Kári Nielsen
4️⃣ Martin Heinesen

🏆 FM 60+ – Double

🥇 FM-vinnarar: Erling í Liða / Krisjan Christiansen
🥈 Kári Nielsen / Martin Heinesen
🥉 Ólavur Jøkladal / Charles Midjord

🏆 FM 70+ – Single

🥇 FM-vinnari: Holger Arnbjerg
🥈 Krisjan Christiansen
🥉 Andras L. Samuelsen

🏆 FM 70+ – Double

🥇 FM-vinnarar: Andras L. Samuelsen / Charles Midjord
🥈 Egga Jensen / Krisjan Christiansen
🥉 Ólavur Jøkladal / Holger Arnbjerg

👏 Hjartaliga tillukku til allar FM-vinnararnar – og ein stór tøkk til allar luttakararnar!

Tað er serliga hugaligt at síggja, at kappingarhugurin als ikki hvørvur við aldrinum. Tvørturímóti! At síggja spælarar í 60- og 70+ flokkunum fara á vøllin fyri at kappast um eitt FM-heiti er bæði imponerandi og inspirerandi.

Tit eru samstundis góðar fyrimyndir fyri yngri ættarlið og vísa, at tennis veruliga er ein ítróttur alt lívið. 🎾❤️

Vit gleða okkum longu til næstu kapping – og vóna, at enn fleiri fáa hug at finna ketjaran fram og koma á vøllin! 🙌

21/08/2026

Cardio tennis flutt til sunnudagin 23/8 kl 10-12😊🎾🔥

🔥🎾 CARDIO TENNIS – NÝTT HOLD! 🎾🔥

Cardio Tennis seinast eydnaðist sera væl, við nógvari ferð, góðum lag og fantastiskari energi á vøllinum! 🙌🔥 Tí gera vit tað sjálvandi aftur!

👉 Nýtt Cardio Tennis-hold verður sunnudagin 23/8 kl. 10-12!

Cardio Tennis er ein orkufull og stuttlig venjing við tennis, konditión og tónleiki – perfekt til tín, sum hevur hug at fáa pulsin upp og samstundis spæla tennis. 🎾🎶💪

Cardio Tennis er fyri bæði kvinnur og menn. Tú skalt hava roynt tennis áður og duga tað grundleggjandi, men tú nýtist als ikki at vera ein royndur spælari.

📅 Sunnudagin 23/8
⏰ Kl. 10-12
👨‍🏫 Venjari: Annfinn Gaard
💰 Kostnaður: 160 kr.
👥 Í mesta lagi 12 luttakarar

🔥 Høgan puls
🎾 Nógvir bóltar og nógv tennis
🎶 Tónleikur og orkufult
😄 Stuttligt og sosialt

Bert 12 pláss – so tryggja tær eitt pláss! 🎾🔥

👉 Tekna teg og kom við til eitt ordiligt Cardio Tennis-kvøld her👇👇

https://htennis.atgongumerki.fo/webshop/event/3742481/order/info

20/08/2026

Nøkur pláss eru tøk😊😎👇

🔥🎾 CARDIO TENNIS – NÝTT HOLD! 🎾🔥 Nú fríggjadagin 21/8 kl 20-22😊👇

Cardio Tennis seinast eydnaðist sera væl, við nógvari ferð, góðum lag og fantastiskari energi á vøllinum! 🙌🔥 Tí gera vit tað sjálvandi aftur!

👉 Nýtt Cardio Tennis-hold verður fríggjakvøldið 21/8 kl. 20:00–22:00!

Cardio Tennis er ein orkufull og stuttlig venjing við tennis, konditión og tónleiki – perfekt til tín, sum hevur hug at fáa pulsin upp og samstundis spæla tennis. 🎾🎶💪

Cardio Tennis er fyri bæði kvinnur og menn. Tú skalt hava roynt tennis áður og duga tað grundleggjandi, men tú nýtist als ikki at vera ein royndur spælari.

📅 Fríggjadagin 21/8
⏰ Kl. 20:00–22:00
👨‍🏫 Venjari: Annfinn Gaard
💰 Kostnaður: 160 kr.
👥 Í mesta lagi 12 luttakarar

🔥 Høgan puls
🎾 Nógvir bóltar og nógv tennis
🎶 Tónleikur og orkufult
😄 Stuttligt og sosialt

Bert 12 pláss – so tryggja tær eitt pláss! 🎾🔥

👉 Tekna teg og kom við til eitt ordiligt Cardio Tennis-kvøld her👇👇

Atgongumerki.fo

19/08/2026

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Internet side

Adresse

Gundadalur
Tórshavn
100