10/07/2026
⚽️ Dagur 5 – síðsti dagur á ProCamp ⚽️
Ein fantastisk ProCamp-vika er komin at enda 💙
Vit hava spælt fótbólt, lært nógv nýtt, flent, fingið nýggjar vinir og skapt nógv góð minnir saman. Í dag vóru beinini kanska eitt sindur troytt, men lagið og spæligleðin var framvegis klassi 😄
Túsund takk til øll børnini fyri ein sera góðan hugburð og nógva orku alla vikuna. Eisini ein stór tøkk til venjarar og øll hjálparfólk, sum hava verið við til at gera vikuna so góða.
Her eru nakrar løtumyndir frá fimta og síðsta degnum 📸
Takk fyri í ár – vit síggjast aftur! ⚽️🙌
09/07/2026
📸⚽ Løtumyndir frá degi 4 á ProCamp! 💙
Nú síggja vit, at nógv av dreingjunum og gentunum eru farin at merkja vikuna. Beinini eru eitt sindur tyngri, og summir hava funnið út av, at hvíld eisini er ein partur av venjingini! 😄💪
Kortini hevur dagurin verið fullur av góðari orku, nógvum fótbólti, læru og stuttligum løtum saman. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv øll hava ment seg gjøgnum vikuna – bæði á og uttan fyri vøllin. 👏
08/07/2026
⚽📸 Løtumyndir frá degi 3 á ProCamp! 💙
Enn ein fantastiskur dagur er farin afturum við nógvum fótbólti, góðum venjingum og stuttligum løtum samann. Vit síggja framgongd, stríðsvilja og nógv gott samanhald – júst tað, sum ProCamp snýr seg um! 👏
Takk til øll børnini fyri orkuna og góða hugburðin, og takk til venjarar og hjálparfólk, sum gera dagarnar so góðar.
Her eru nakrar løtumyndir frá degi 3. ⚽😊
07/07/2026
⚽️ Fyrsti dagur á ProCamp er liðugur! 🙌
Ein fantastiskur dagur! 🔥 Vit hava spælt nógvan fótbólt, lært nógv nýtt og havt tað stuttligt 😊
Ein stór tøkk til øll børnini fyri góðan hugburð – og til venjarar og hjálparfólk, sum gera ProCamp til eina góða uppliving fyri øll. 💙
Her eru nakrar løtumyndir frá degnum. 📸
28/06/2026
Hey tit,
Vit hava sent teldupost út til allar luttakarar, um skránna til Pro Camp. Um tit ikki hava móttikið teldupostin kunnu tit líka kanna í spam-mappuni :)
Fyri góða ordans skyld, fáa tit kunningina her eisini.
Viðheft er skráin fyri vikuna á Pro Camp.
101 leikarar eru tilmeldaðir á Pro Camp 2026.
Vit gleða okkum at taka ímóti øllum mánadagin 6. juli kl. 8.15 🙂
Vinalig heilsan
Pro Camp Toymið
30/05/2026
Tilmeldingin til Pro Camp letur aftur mikudagin kl. 23.59 ⚽️
Um tú ætlar tær við á Pro Camp, er seinasta freist fyri tilmelding mikudagin kl. 23.59. Skundi tykkum, tí har er avmarkað pláss á hvørjum árgangi.
Tilmelding fer fram á www.procamp.fo
Vit gleða okkum at síggja tykkum á Pro Camp 2026! 💪
04/05/2026
🔥 PÆTUR PETERSEN Á PRO CAMP 2026 🔥
Enn ein spennandi venjara á Pro Camp 🥁 Pætur Petersen ⚽️
🇫🇴 Ein arbeiðssamur føroyskur álopsspælari, sum hevur roynt seg bæði heima og uttanlanda ⭐️
🧡 Spælir við Hillerød Fodbold í Danmark
🇫🇴 11 landsdystir og 2 mál fyri føroyska landsliðið – royndir á altjóða stigi 💪
💥 Ein álopsspælari við máltevi og arbeiðssemi, sum gevur alt fyri liðið – her fært tú íblástur frá føroyskum leikara, ið spælir á høgum støði í Danmark
📅 Pro Camp er í døgunum 6. – 10. juli
👉 Les meira og melda til her: https://www.holdsport.fo/public_ticket_events/pro-camp-2026
03/05/2026
🔥 JÓHANNA FOSSDALSÁ Á PRO CAMP 2026 🔥
Nú kunnu vit avdúka enn ein venjara og toppleikara á Pro Camp 🥁 Jóhanna Fossdalsá ⚽️
🇫🇴 Ein spennandi føroyskur profilur, sum ger um seg uttanlanda ⭐️
💛 Spælir dagliga sum yrkisleikari við BK Häcken og hevur longu roynt seg á hægsta altjóða stigi
🇩🇰 5 A-landsdystir fyri Danmark og heili 35 ungdómslandsdystir (U16, U17 og U19)
🏆 Kosin til "Årets Talent 2024" í Danmark – eitt prógv um hennara stóra potentiali 💥
💥 Við síni orku, evnum og royndum fært tú íblástur til venjing á hægsta stigi!
📅 Pro Camp er í døgunum 6. – 10. juli
👉 Les meira og melda til her: https://www.holdsport.fo/public_ticket_events/pro-camp-2026