Dansifelagið í Havn 75 ár 🇫🇴🇫🇴🇫🇴
Leygarkvøldið 30. januar 2027 klokkan 19:00 verður 75-ára stovningarveitsla hjá Dansifelagnum í Havn. Dansifelagið hevur boðið limum úr øllum dansifeløgunum við í veitsluna. Meldað verður til gjøgnum egið dansifelag áðrenn 1. desember 2026.
Dansifelagið í Havn
Dansifelagið í Havn skipar fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum og dansi í Hornahúsunum fríggjakvøld í dansitíðini. Sí skráirnar her á síðuni.
Dansifelagið í Havn heldur til í Hornahúsunum. Dansitíðin hjá felagnum er frá seinnu helvt av oktober til føstulávint. Dansað verður við børnum fríggjakvøld kl. 20-21 í Norðurlandahúsinum (sí skrá her á síðuni). Tað er ókeypis at luttaka í barnadansi og øll eru vælkomin.
Í Hornahúsunum er dansur fríggjakvøld frá kl. 22:00 (sí skrá her á síðuni).
Kom við í dag kl. 15
Føroyskur dansur verður eina løtu í TUTL í kvøld kl. 21:00 í samband við Mentanarnáttina.
17/04/2026
Barnadansistevnan 2026 Vit gleða okkum at síggja tykkum til barnadansistevnu í Sjónleikarhúsinum í Havn leygardagin 18-04-2026 kl. 10:00 Niðanfyri er skráin og bólkayvirlitið, so tit síggja, hvør skal hvat nær. Av tí at tað eru ikki so nógv, sum hava sett seg á skrá at skipa, gera vit eina skrá fyri kv....
BARNADANSISTEVNA
Leygardagin 18. apríl 2026 kl. 10-15 verður árliga barnadansistevnan í Sjónleikarhúsinum og KFUM í Havn. Dansifelagið í Havn og Tøkum lætt skipa fyri. Luttakarar melda til hjá egnum dansifelagi. Tey, sum vanliga dansa í Norðurlandahúsinum kunnu sms'a ella ringja til Birgir á 222000
23/01/2026
Gylta bók 100 ár Leygardagin 24. januar 2026 verða fyrilestrar um Gyltu bók og um sjóvarbøndurnar í Norðurlandahúsinum, og vit fara at kvøða seks kvæði úr Gyltu bók í Sjónleikarhúsinum. Tiltakið er ókeypis. Í 1925 gav Noregs Ungdomslag út bókina »Føroysk kvæði um brögd Norðmanna ættarinna...
17/01/2026
Nú eru bert heilt fá pláss eftir í føroyska ferðalagnum til BARNLEK 2026, so ætlar man sær við ferðalagnum, so má handlast skjótt. Dansifelagið stuðlar limum og teimum, ið dansa barnadans í Norðurlandahúsinum við eini upphædd í part. Áhugað kunnu kontakta Gunnar Restorff á 292563
Sí meiri her:
BARNLEK 2026 BARNLEK 2026 verður í Ekenäs í Raseborg kommunu í Finnlandi í døgunum 21. til 26. juli 2026. Sláið Ring skipar fyri ferð fyri føroyingar, ið ætla við á stevnuna. Tað eru 90 tøk pláss, og tá hesi er farin, er fult. Ferðaskrá: 19. juli 2026, kl. 08:20: fráferð úr Vágum, millum...
FØROYSKUR DANSUR FRÍGGJAKVØLDIÐ
Fríggjakvøldið 21. nov. kl. 20 er barnadansur í Norðurlandahúsið í Føroyum. Á vegleiðandi skránni er (brot úr): Brestir kvæði, Torkils døtur, Kall og svein ungi, Harpu ríma, Ólavur riddararós, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom. Sunkist, kaffi, te í steðginum.
Fríggjakvøldið 21. nov. kl. 22 er føroyskur dansur í Hornahúsunum. Vit byrja við einum drekkamunni, og fara so upp á gólv uml. 22:30. Á vegleiðandi skránni er: Jallgríms kvæði, Burnaman holder i fjældet ud og Dronning Dagmar ligger udi Ribe sjug.
Øll eru vælkomin!
Føroyskur dansur á Mentanarnáttini
Eins og undanfarin ár, so fara vit upp á gólv eina løtu í TUTL á Glade Hjørne, frá kl. 21:00. So tá er møguleiki hjá fólki at síggja,, uppliva og royna føroyskan dans.
UPP Á GÓLV FRÍGGJAKVØLDIÐ 31.01.25
Barnadansur í Norðurlandahúsinum
Í kvøld 31.01.25 kl. 20 skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum. Á vegleiðandi skránni er (brot úr): Ormurin langi, Regin smiður, Kall og svein ungi, Harpu ríma, Hr. Sinklar, Øskudólgur og Sópingarkona, Burtur á heiði, Veturin kom. Í steðginum verður kaffi, te og sunkist at fáa. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!
Barnadansistevna í Suðuroy leygardagin 22.02.25
Eisini er seinasta freist at tekna seg til barnadansistevnuna í Suðuroy, ið verður leygardagin 22.02.25. Stevnan er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg antin við at skriva seg upp til barnadansin í kvøld - ella við at kontakta Birgir Djurhuus á 222000.
Dansur í Hornahúsunum
Í kvøld 31.01.25 kl. 22 skipar Dansifelagið fyri føroyskum dansi í Hornahúsunum. Á vegleiðandi skránni er:
* Nornagests ríma (Kvæðabók III),
* Finnur hin fríði (Gylta bók),
* Aalebrandt vise (Hundrede syv visebogen)
* Samsons kvæði (Serprent)
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Kontakt virksomheden
Telefon
Internet side
Adresse
J. C. Svabos Gøta 37
Tórshavn
100