Føroya Fimleikasamband

Føroya Fimleikasamband

Del

19/08/2026

🤸So er aftur tann tíðin á árinum, og tilmeldingarnar hjá teimum flestu feløgunum eru opnar. Kunna teg um liðini á heimasíðunum hjá feløgunum🤸

👉🏻Yvilit yvir øll feløgini og leinkja til heimasíðurnar er her: https://www.fimleikur.fo/felogini/

29/07/2026

Føroya Fimleikasamband ynskir øllum eina góða Ólavsøku 🇫🇴

Photos from Føroya Fimleikasamband's post 25/07/2026

Hesa vikuna hava sjey av okkara bestu fimleikarum verið í Álandi og kappast um norðurlendska meistaraheiti í amboðsfimleiki.

Øll gjørdu sítt besta, men eingin rakk til nakað finalupláss á hesum sinni.

í dag verður hugt eftir øllum finalunum, og síðani byrjar heimferðin í morgin.

21/07/2026

Amboðslandsliðið ávegis til Mariehamn at kappast um Norðurlendska Meistaraheitið.

Skráin sæst her: https://gymnastik.ax/nordic-championships/

Allar bestu eydnu til tykkum øll, Oddvør Alberta, Marin, Sára, Bjarki, Rókur, Bjarti og Ari!

Photos from Føroya Fimleikasamband's post 01/07/2026

Føroyska amboðs landsliðið til Norðurlenska Meistaraheitið 23-25 Juli í Álandi🇦🇽

KOYR Á FØROYAR🇫🇴

20/06/2026

🤸‍♀️Góður stuðul til leiðsluna og fleiri týðandi viðtøkubroytingar á ársaðalfundi hjá Føroya Fimleikasambandi🤸‍♂️

Mikukvøldi 17. juni helt Føroya Fimleikasamband ársaðalfund. Formaðurin, Pól Esper Hansen, og næstformaðurin, Heri Lamhauge, stóðu fyri vali, og báðir vórðu afturvaldir við sera góðari undirtøku. Á skránni vóru eisini fleiri innkomin mál, har fýra viðtøkubroytingar vórðu samtyktar.

Til forfólkapostin tók Pól Esper Hansen við afturvali. Anna Margit Thomsen úr Havnar Fimleikafelag bjóðaði honum av. Úrslitið varð, at Pól Esper fekk 8 atkvøður, Anna Margit eina atkvøðu, meðan ein atkvøða var blonk.

Eisini stóð næstformaðurin, Heri Lamhauge, fyri vali, og tók hann við afturvali. Durita av Reyni úr Havnar Fimleikafelag stillaði eisini upp, og úrslitið varð, at Heri fekk sjey atkvøður, Durita tvær, og ein atkvøða var blonk.

🤸‍♀️Trivnaður og trygd skrivað inn í endamálsorðingina🤸‍♂️

Ein av størstu broytingunum á fundinum var samtyktin um at víðka endamálsorðingina í viðtøkunum hjá sambandinum.

Starvsnevndin hevur seinasta árið arbeitt miðvíst við trivnaði, mentan og verju í føroyskum fimleiki. Millum annað er ein akademiskt grundað trivnaðarkanning ment til úrvalsíðkarar. Kanningin skal geva feløgunum betri innlit í trivnaðin hjá íðkarunum og gera tað møguligt at fylgja gongdini yvir tíð.

Í hesum anda varð uppskot lagt fram um at leggja hesa orðing afturat endamálinum hjá sambandinum:

“Føroya fimleikasamband skal áhaldandi arbeiða fyri einum likamliga og sálarliga sunnum fimleikaumhvørvi, har tryggleiki og trivnaður hava týdning á øllum venjingarstigum. Í mun til hetta arbeiði, kann Føroya Fimleikasamband seta í verk átøk, so sum skeiðvirksemi og trivnaðarkanningar, til at hjálpa við at fremja hetta endamál”

Uppskotið fekk góða undirtøku og varð samtykt.

🤸‍♀️Tumbling verður partur av breiddararbeiðinum🤸‍♂️

Aðalfundurin samtykti eisini at fáa „tumbling“ inn undir breiddarpostin í starvsnevndini, sambært § 8 í viðtøkunum.

Fleiri feløg hava virksemi við trampolin og airtrack, og tumbling er ein týdningarmikil partur av menningini av TeamGym sum kappingargrein. Við broytingini fær sambandið betri møguleikar at skipa fyri kappingum innan tumbling og samstundis stuðla breiddararbeiðinum hjá feløgunum.

🤸‍♀️Styrktar reglur um ósømiligan atburð🤸‍♂️

Seinasta árið hevur sambandið eisini arbeitt nógv við mannagongdum í sambandi við ósømiligan atburð. Hetta arbeiðið er partur av teimum átøkum innan safeguarding, sum Ítróttasamband Føroya hevur eggjað sersambondunum til at raðfesta.

Tí varð uppskot lagt fram um at leggja eitt nýtt punkt afturat etisku leiðreglunum hjá sambandinum. Endamálið er at geva Føroyum Fimleikasambandi heimild til at taka neyðug stig í serligum førum, har etiska regluverkið verður brotið.

Nýggja orðingin, ið er løgd afturat núverandi reglugerðini ljóðar:

“Í serligum førum kann brot á hetta etiska regluverk hava við sær, at viðkomandi verður útihýstur á staðnum, og/ella fyribils ella varandi útihýstur frá luttøku í virksemi, venjingum, kappingum og øðrum tiltøkum undir Føroya Fimleikasamvandi uttan ávaring.“

Uppskotið fekk breiða undirtøku og varð samtykt við stórum meiriluta. Samstundis er sambandið farið undir samstarv við ÍSF um at endurskoða og styrkja alt etiska regluverkið.

🤸‍♀️Demokratiskur atkvøðuháttur gevur javnari umboðan🤸‍♂️

Seinasta stóra málið á fundinum snúði seg um atkvøðuháttin á aðalfundinum.

Gamalt hevur verið, at bæði hvørt felag og hvør einstakur nevndarlimur havt atkvøðurætt á aðalfundinum. Eftir áheitan frá Ítróttasambandi Føroya og Havnar Fimleikafelag, varð uppskot lagt fram um at broyta skipanina fyri at styrkja demokratiska javnrættin millum feløgini.

Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta. Nýggja orðingin er:

“Atkvøðurætt hevur hvørt felag í FFS við einari atkvøðu og starvsnevndin við einari atkvøðu”

Við hesum fær hvørt limafelag somu ávirkan á aðalfundinum, óansæð stødd, og einki felag hevur meira ávirkan enn eitt annað.

🤸‍♀️Starvsnevndin takka fyri undirtøkuna🤸‍♂️

Føroya Fimleikasamband takkar feløgunum fyri góða undirtøku og álitið á arbeiðið hjá starvsnevndini. Samtyktirnar á aðalfundinum eru við til at menna bæði sambandið og føroyska fimleikaumhvørvið, við størri denti á trivnað, trygd, javnrætti og ítróttarliga menning.

Næstu tíðina fer starvsnevndin, við góðari kenslu av undirtøkuni, at arbeiða miðvíst víðari við teimum samtyktu átøkunum, soleiðis at øll børn og ung kunnu trívast og mennast í einum tryggum og mennandi fimleikaumhvørvi.

Photos from Føroya Fimleikasamband's post 16/06/2026

Sóu tit hvør vann ársins til Fimleikagalla leygardagin? 🤩👏 Les meir um tey øll her👇
https://www.fimleikur.fo/arsins-2026/

Hjartaliga tillukku við heiðrinum tit øll!

📸Svanna Højgaard Joensen

🏆Eydna Johansen hevur gjørt steypini

13/06/2026

🎶Fimleika-rundferðin🎶

Eitt felag sum Ljósið ei vit hava sæð,
Tey vunnu bæði HF og onnur lið so fræg,
So fóru tey til Finlands til minetit ein dag,
Serian var tað besta, ið nakar hevði sæð.

Farið fram HF, vinnið hvønn dyst,
So at vit síggja, at HF er fyrst,
Frá gólvi til bita og ringarnar við,
Ja, leiðarin er við, ja, leiðarin er við,
Ja, øll kenna liðið frá Tórshavnar bý.

Og Støkk er í Runavík stovnað,
Tey eru so doylig og f**t,
Og nú hava tey eina Bylgju,
So nú alt tað sama ger.
Støkk og Dagbjørt ja, Støkk og Dagbjørt ja
Í ár fingu tey føroyameistarar,
Støkk og Rannvá ja, Støkk og Rannvá ja
Í ár fingu tey føroyameistarar.

Flog er altíð fremsta lið,
Flog er altíð fremsta lið.
Í høllini vit rópa okkum hásar við,
Flog er altíð fremsta lið.

Norðast í Føroyum í ein landnyrðing
Búleikast klak´sjingar um fjørðin kring,
Her býr eitt mergjað fólkaslag,
Í fimleiki eru tey meeeega well.

Liðið tað eitur HF
HF tað eru vit,
Vit hava bláan og reyðan lit,
Ja, HF tað eru vit

Og Ljósið tað var einaferð komið nær,
Ja, so nær at tað mundi doyð út,
Men so vunnu tey pokal og við honum settu mál
Drívið á, drívið á, drívið á.

Her kemur Støkk stavað við S,
Støkk er nakað heilt fyri seg,
Segði tú S av fyrstan tíð,
So mást tú eisini siga tøkk!

Ááá, Pól Esper og Jóna ja,
Ááá Heri og Tinna ja,
Vit stuðla tykkum alt tað, vit megna,
Úrslit tá vit munnu fá

Men kenna tit eitt fimleikalið,
ið altíð er á ferð,
og mangur ein tá frøist við
tann vakra fimleik her.

Suður norð, eyst og vest,
Allar flest, vita sjálvandi,
At Ljósið vinnur mest, hartil flest,
Ljósið allastaðni best. (x2)

12/06/2026

Vit síggjast skjótt til Fimleikagalla 😍

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Telefon

Internet side

Adresse


Eystara Bryggja 30
Tórshavn
100