Blindafelagið

Blindafelagið

Del

Blindafelagið arbeiðir fyri at upplýsa fólki við sjónstrupuleikum um rættindi og møguleikar.

Lær 10 finguur 21/08/2026

Lær 10 fingur skriving (blindskrift) ‼️

Tey sum vanliga brúka teldu vita, at tað kann gerast trupult at skriva á knappaborðinum, tá sjónsbrek rakar. Á heimasíðuni hjá Sjóndeplinum ber nú til at læra 10 fingur skriving, tað sum vanliga verður rópt blindskrift. 😍🥰😍

Tú finnur vegleiðing til at læra 10 fingur skriving; hvussu hendurnar skulu liggja, hvør fingur eigur hvønn knøtt osfr.

Sjóndepilin hevur eisini ment eitt forrit til at læra 10 fingur skriving við føroyskum bókstavum, orðum og setningum.

Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri, at finna vegleiðingina og forritið.

Góðan skrivihug og gott vikuskifti ‼️ 🫵😍

Lær 10 finguur Tað kann gerast trupult at skriva á teldu, tá sjónsbrek rakar. Her á síðuni er vegleiðing til at læra 10 fingur skriving (blindskrift). Vit hava ment eitt forrit til at læra 10 fingur skriving við føroyskum bókstavum, orðum og setningum.

Edis frygtede, hvordan personalet ville møde ham på fødestuen. Men oplevelsen fik ham senere til at hylde dem offentligt 07/08/2026

Her er ein deilig søga um, hvussu starvsfólk, á føðideildini á Odense Universitetshospital valdu, at hyggja forbí brekið, og ístaðin sóu ein komandi pápa.

Edis frygtede, hvordan personalet ville møde ham på fødestuen. Men oplevelsen fik ham senere til at hylde dem offentligt Edis Adilovic var klar til endnu en gang at skulle følge med på sidelinjen. Men da han trådte ind på fødestuen, fik han en helt anden oplevelse. Han fik nemlig en følelse, han ikke havde fået før – og den handlede ikke om at blive far.

03/08/2026

Aðalfundur hjá Blindafelagnum, 2026

Hervið verður kallað inn til aðalfundin hjá Blindafelagnum verður mikudagin 19. August kl. 19:30 á Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10a – 100 Tórshavn

Dagsskrá sambart viðtøkunum

Á skránni er m.a. val av tveimum nevndarlimum og einum tiltakslimi til Blindafelagið, umframt val av trimum nevndarlimum til stuðulsgrunnin.

Vinarliga, Blindafelagið

03/08/2026

Aðalfundur hjá Blindafelagnum, 2026

Hervið verður kallað inn til aðalfundin hjá Blindafelagnum verður mikudagin 19. August kl. 19:30 á Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10a – 100 Tórshavn.

Dagsskrá sambart viðtøkunum

Á skránni er m.a. val av tveimum nevndarlimum og einum tiltakslimi til Blindafelagið, umframt val av trimum nevndarlimum til stuðulsgrunnin.

Vinarliga, nevndin

28/07/2026

Góða ólavsøku! 🇫🇴🇫🇴🇫🇴

Blindafelagið ynskir øllum eina góða og gleðiliga ólavsøku. Vit vilja takka fyri stuðulin, samstarvið og alt tað góða, sum vit hava upplivað saman hetta farna árið.

Samstundis hyggja vit framm á leið við vón og dirvi. Okkara ynski er eitt Føroyar, har atkoma, luttøka og javnrættindi eru fyri øll – eisini blind og sjónveik.

Góða ólavsøku og takk fyri tað farna. 🥰🇫🇴

03/07/2026

Hygga síggj‼️ 😍

Tórshavnar kommuna hevur lagt leiðlinjur frá Landavegnum og inneftur Jøkulstræti, har hon endar við uppmerksemisteigi, ið vísur, at her verður farið yvirum vegin. Hinumegin vegin kemur aftur ein uppmerksemisteigur, ið vísur, at nú er komið yvirum vegin. Hagani heldur leiðlinja framm yvir til trappuna.

Vit eru so ómetaliga glað fyri, at atkoman verður betra við Sjóndepilin, har so nógv blind og sjónveik koma. 😍😍

Heilt fantastiskt‼️ 🤩

Photos from Parasport Føroyar's post 08/06/2026

Hygga nú, førotska goalball liði 💪😃

28/05/2026

Sjóndepilin nýggjan leiðara

Sjóndepilin hevur fingið nýggjan leiðara og í tí sambandinum bjóða vit til almenna móttøku fyri Birnu Vestergård, sum er sett, sum nýggjur leiðari.

Móttøkan verður á Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10a, týsdagin 2. Juni kl. 14 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Á skránni verður tónleikur, talur og okkurt gott til góman.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Telefon

Adresse


Íslandsvegur 10a
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00