Hvítravnur BJJ

Hvítravnur BJJ

Del

Brazilian Jiu Jitsu in the Faroe Islands 🇫🇴 | Hvítravnur BJJ in Tórshavn offers training for kids, beginners & athletes. Join us on the mats!

Friendly martial arts community, affiliated with ArteSuave & Checkmat.

12/08/2026

🥋 KOM OG ROYN BRASILSKT JIU-JITSU!

Ert tú millum 13 og 16 ár, og hevur hug at royna eina øðrvísi ítróttagrein, har tú bæði fært rørt teg, lærir nýggjar førleikar og verður partur av einum góðum felagsskapi?

So er Brasilskt Jiu-Jitsu (BJJ) kanska júst nakað fyri teg! 💪

BJJ er ein sjálvverju og stríðsítróttur uttan sløg og spørk. Á venjingunum lærir tú millum annað niðurtøkur, haldigreb, frígeringar og ymiskar teknikkir. Ein partur av venjingini er eisini frívenjing, har tú fært møguleika at royna tað, tú hevur lært.

Tú nýtist ikki at hava roynt stríðsítrótt áður, øll kunnu byrja!

Hjá okkum leggja vit dent á:

🥋 Teknik og kropsliga venjing
🤝 Samanhald og virðing
💪 Sjálvsálit og persónliga menning
🔥 Nógva rørslu og at hava tað stuttligt

Fyrstu 14 dagarnir eru ókeypis, so tú kanst royna BJJ og vita, um tað er nakað fyri teg.

Tú nýtist heldur ikki at hava ein Gi fyri at byrja. Vanlig venjingarklæði eru heilt í lagi til fyrstu venjingarnar.

👥 Juniorar: 13–17 ár

🆓 14 dagar ókeypis royndarvenjing

👉 Kom og royn, og tak gjarna ein vin ella eina vinkonu við!

Send okkum eini boð fyri at frætta meira 🥋

14/05/2026

Vegna at okkara høli ikki verður tøkt komandi vikurnar, verða allar venjingar hjá felagnum tíverri settar á pausu fram til viku 22.🥋

Vit harmast sjálvandi um hetta, men vóna at síggja tykkum øll aftur á mattuni so skjótt sum gjørligt. 💪🏽🔥

Takk fyri stuðulin og tolsemið 🙏🏽

04/05/2026

🥋 Hevur tú hug at royna Brasilskt Jiu-Jitsu?

Hjá Hvítravnur BJJ kanst tú nú royna venjingina í 14 dagar, púra ókeypis 👇

Í royndartíðarskeiðinum kanst tú luttaka í fleiri venjingum, bæði Gi og No-Gi 💪

Líka mikið um tú:
– Ongantíð hevur roynt kampsport fyrr
– Vilt koma í betri form
– Ella bara ert forvitin

Tú ert hjartaliga vælkomin!🥳

📅 Venjingartíðir:

- Týsdag kl. 17:00 (Gi)
- Týsdag kl. 18:00 (Nogi)

- Fríggjadag kl. 17:00 (Gi)
- Fríggjadag kl. 18:00 (Nogi)

👉 Melda teg til her: https://hvitravnur.fo/signup?membership=70044&type=1

[English Version 🇬🇧]

🥋 Want to try Brazilian Jiu-Jitsu?

At Hvítravnur BJJ, you can now try training for 14 days completely free 👇

During the trial period, you can join multiple sessions, both Gi and No-Gi 💪

No matter if you:
– Have never tried martial arts before
– Want to get in better shape
– Or are just curious

You are more than welcome!🥳

📅 Training times:

- Tuesday kl. 17:00 (Gi)
- Tuesday kl. 18:00 (Nogi)

- Friday kl. 17:00 (Gi)
- Friday kl. 18:00 (Nogi)

👉 Sign up here: https://hvitravnur.fo/signup?membership=70044&type=1

Føroyskt Jiu Jitsu felag skapar altjóða úrslit í Danmark 28/04/2026

Føroyskt Jiu Jitsu felag skapar altjóða úrslit í Danmark [ Tín lýsing her ] Farna vikuskifti luttók felagið í Danish Open 2026, har føroysku íðkararnir megnaðu at vinna fleiri heiðursmerki í kapping við útlendsk mótstøðu. Helena Gleðisheygg hevði eitt framúr avrik og vann trý gull. Gisleyg Johansen vann tvey silvur og eina bronsu, með...

Photos from Hvítravnur BJJ's post 27/04/2026

Danish Open 2026 – eitt fantastiskt vikuskifti er nú av! 🇫🇴

Úrslitini fyri No-Gi (Dagur 2) gjørdust hesi:

🥇 Helena – Gull í Female No-Gi / White / Adult / -76,5 kg (Heavy)
🥈 Gisleyg – Silvur í Female No-Gi / White / Adult / -61,5 kg (Light)
🥉 Gisleyg – Bronsa í Female Absolute No-Gi / White / Adult / Open Weight
🥉 Christoffur – Bronsa í Male No-Gi / White / Master 1 / -97,5 kg (Super heavy)

Samlaða medaljuúrtøkan hjá okkara íðkarum:

Helena – 3 gull 🥇🥇🥇
Gisleyg – 2 silvur og 1 bronsa 🥈🥈🥉
Christoffur – 1 silvur og 1 bronsa 🥈🥉
Gustavo – 1 silvur 🥈

Vit hava havt eitt ótrúliga gott vikuskifti við sterkum úrslitum bæði í Gi og No-Gi 👊

Vit eru sera errin av øllum okkara íðkarum, sum hava umboðað felagið við styrki, virðing og góðum anda 🙌

✈️ Í dag eru vit komin aftur til Føroyar troytt, men ómetaliga nøgd og errin!

Takk til tykkum øll sum stuðla okkum, bæði heima og á staðnum. Hetta merkir alt ❤️

Nú halda vit fram við venjingini, og vit gleða okkum longu til næstu kapping! 🔥

Photos from Hvítravnur BJJ's post 26/04/2026

🔥 Danish Open 2026 - Dagur 1 liðugur, og nú er No‑Gi dagurin her! 🔥

Fyrsti dagurin av Danish Open BJJ/No-GI er nú av, og okkara íðkarar hava veruliga víst, hvat hart arbeiði, vilji og samanhald kunnu føra við sær! 💪🏽🔥

Úrslitini fyri dagin (Gi) gjørdust hesi:

🥇 Helena – Gull í Female Gi / White / Adult / -79,3 kg (Heavy)
🥇 Helena – Gull í Female Absolute Gi / White / Adult / Open Weight
🥈 Gustavo – Silvur í Male Gi / White / Adult / -64 kg (Light feather)
🥈 Christoffur – Silvur í Male Gi / White / Master 1 / -100,5 kg (Super heavy)
🥈 Gisleyg – Silvur í Female Gi / White / Adult / -64 kg (Light)

Ein ordiliga góður dagur hjá felagnum! Harða arbeiðið hjá okkara íðkarum lønti seg, og vit endaðu sum nr. 7 av 33 klubbum 💪 Tað er eitt stórt framstig frá í fjør, tá vit endaðu sum nr. 14 🇫🇴🔥

Vit eru ómetaliga takksom fyri hetta. Hetta hevði ongantíð borið til uttan tykkum øll. bæði tey, sum kappast, og øll, sum stuðla, venja og lyfta felagið hvønn einasta dag. ❤️

🔥 Í dag er No‑Gi á skránni!
Nú fara okkara íðkarar aftur á máttuna at kappast í No-Gi. Orkan er savnað, hugurin er góður, og vit eru klár til at stríðast víðari!

📅 Sí skránna her (hvat klokkan hvør skal kappast): https://smoothcomp.com/en/event/26668/schedule/matchlist?search=&club=59199&catid=35975&mat=&country=

🎥 Stroym dystirnar beinleiðis her: https://smoothcomp.com/en/event/26668/livestream

25/04/2026

🔥Danish Open 2026🔥

Taskurnar eru pakkaðar og nú gongur leiðin til 2026! 🔥

Hetta er ikki bara ein kapping. Tað er ein roynd av harða arbeiðinum, sum íðkarnir hava lagt eftir sær dag eftir dag á mátturnum. Smá framstig, harðar venjingar og viljin at blíva betri hvørja ferð. 💪🏽

Á hesum sinni eru tað hesi, ið taka avbjóðingina upp:
👉🏽 Allan
👉🏽 Helena
👉🏽 Magnus
👉🏽 Gisleyg
👉🏽 Gustavo
👉🏽 Christoffur

Hvør teirra hevur sína egnu ferð, sína egnu søgu, men saman umboða tey Hvítravnur, og Føroyar við styrki og hjarta. 🇫🇴❤️

Úrslit koma og fara, men dirvi, samanhald og vilji er tað, sum veruliga telur og tað hava tit longu prógvað! 🔥

Vit eru errin av tykkum! Nú er bara at fara út og njóta hvørja løtu!

🗓️ Sí skránna her: https://smoothcomp.com/en/event/26668/schedule/matchlist

🎥 Stroym dystirnar beinleiðis her: https://smoothcomp.com/en/event/26668/livestream

Góða eydnu øll somul!🔥

23/03/2026

📣 Takk fyri ein væl eydnaðan aðalfund seinasta leygardag 🙌
[English below]

Á aðalfundinum varð frágreiðing løgd fram um virksemið í felagnum farna árið, og roknskapurin varð eisini viðgjørdur og góðkendur.

Vit eru fegin um at kunna kunngera nýggju nevndina í Hvítravnur BJJ 🥋

Nevndin er mannað við dugnaligum og eldhugaðum fólki, sum fara at halda fram við arbeiðinum at menna felagið, styrkja felagsskapin og skapa góðar karmar fyri bæði nýggjar og núverandi íðkarar.

Nýggja nevndin, sum eisini hevur skipað seg, er:
Benjamin Deveci (formaður)
Dávid Petersen (kassameistari)
Christoffur Dam (nevndarlimur og skrivari)

Afturat hesum eru Allan David Patursson og Anita Arge vald sum tiltakslimir.

Vit gleða okkum til eitt spennandi ár við nógvari venjingum, menning og góðum løtum á máttuni 💪

Takk til undanfarnu nevndina fyri teirra arbeiði og íkast, og til øll, ið møttu upp og stuðlaðu 🙏

🇬🇧 English

📣 Thank you for a great general assembly last Saturday 🙌

At the meeting, a report on the club’s activities over the past year was presented, and the financial report was reviewed and approved.

We are pleased to present the new board of Hvítravnur Brazilian Jiu Jitsu 🥋

The new board consists of dedicated and passionate individuals who will continue working to develop the club, strengthen the community, and create the best possible environment for both new and current practitioners.

The new board is:
Benjamin Deveci (Chairman)
Dávid Petersen (Treasurer)
Christoffur Dam (Board Member & Secretary)

In addition, Allan David Patursson and Anita Arge were elected as alternate members.

We look forward to an exciting year with plenty of training, development, and great moments on the mats 💪

Thank you to the previous board for their hard work and efforts, and to everyone who attended and contributed 🙏

21/03/2026

🥇🥈 Stórsigur í Danmark! 🥇🥈🇩🇰

Vanessa og Hugin hava leverað eitt framúr avrik á Donsku ADCC kappingini! 💪✨

Við sterkum vilja, skørpum teknikki og fullum fokus hava tey kempað seg ígjøgnum kappingina og prógvað, at tey hoyra heima á hægsta stigi. Hvør dystur hevur víst dirvi, tolsemi og eina ótrúliga arbeiðsinnstilling. 👊🔥

Hetta er eitt úrslit av nógvum tímum á máttunum, har einki er latið upp til tilvild. Tað sæst aftur í úrslitinum!

Vit eru sera errin av tykkum, Vanessa og Hugin! Hetta er veruliga flott arbeiði! 💙🥳

2 gull medaljur, umframt 1 silvur medalju🥇🥈

Sign up - Hvítravnur Brasilskt Jiu-Jitsu 20/03/2026

📣 Nýtt ungdómslið hjá Hvítravnur BJJ! 🐦‍⬛🥋

Vit seta nú gongd á eitt heilt nýtt lið, serliga ætlað ungum í aldrinum 13–16 ár!
Hetta er eitt frálíkt høvi at royna Brasilskt Jiu-Jitsu, bæði fyri nýbyrjarar og tey, sum longu hava royndir.

Á hesum liðnum leggja vit dent á:
- 💪 Styrki, kropsligan førleika og sjálvsálit
- 🧠 Tryggar og grundleggjandi BJJ-teknikkir
- 🤝 Góðan felagsskap og trivnað
- 🎯 Fokus, disiplin og samstarv

Tað er ikki neyðugt, at hava roynt BJJ fyrr, øll kunnu vera við!

📅 Byrjanardagur: 7. mai 2026
🕒 Venjingartíðir: Hósdagar kl 17:00 til 18:00 og Sunnudagar kl 11:00 til 12:00
📍 Stað: Høllin á Hálsi, Høll 3 (Kjallari)
🔗 Tilmelding: https://hvitravnur.fo/signup?membership=172605&type=2

Vit gleða okkum at bjóða junior ravnunum vælkomnum á mátturnar! 🐦‍⬛🔥

Sign up - Hvítravnur Brasilskt Jiu-Jitsu Train Brazilian Jiu Jitsu at Hvítravnur BJJ in Tórshavn, the Faroe Islands. Classes for kids, beginners and athletes. Welcoming community for locals

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Telefon

Internet side

Adresse


Høllin á Hálsi
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Tirsdag 16:00 - 19:00
Torsdag 16:00 - 19:00
Fredag 16:00 - 19:00
Søndag 10:00 - 12:00