Neistin

Neistin

Del

Neistin varð stovnað 21. mars 1931

Photos from Neistin's post 10/08/2026

Nú byrjar hondbóltsárið aftur🤾‍♀️🤾‍♂️

Vit gleða okkum til eitt nýtt og spennandi kappingarár við nógvum hondbólti, samanhaldi og góðum løtum.

Í ár kunnu vit gleðast um, at vit hava okkara egnu høll á Hálsi. Norðara høllin eitur nú Neistahøllin, og verður okkara heimavøllur💙

Vit brúka eisini styrkirúmið á Hálsi og aðrar hallir, so vit hava nóg mikið av plássi at bjóða okkara limum góðar venjingarumstøður.

Venjingarnar standa niðanfyri og verða lýsta á Holdsport:
🔹1. deild / 2. deild byrjar í viku 35
🔹U12 og eldri byrja hesa vikuna
🔹U8 og U10 byrja í viku 35
🔹Mini og U6 byrja fyrstu vikuna í september

Vitja heimasíðuna, so sært tú meira 👇
https://www.neistin.fo/melda-teg-sum-lim-her/
Vit gleða okkum at síggja øll aftur. Nýggjir leikarar eru vælkomnir 💙

Vit gleða okkum eisini til stóra limadagin hjá Neistanum fríggjadagin 25. september. Setið longu nú kross í kalendaran – nærri kunning kemur seinni 🤾‍♀️🤾‍♂️

Vit síggjast

03/08/2026

FÝRA Á EFTIRSKÚLA – OG EIN TIL JAPAN 💙

Nú fara hesi fimm avstað. Gyða og Hanna fara á Oure, Jóhanna á KIES Sigrið á ISI.

Har skulu tær ganga í skúla og spæla nógvan hondbólt. Julian fer heilt til Japan sum Rotary-skiftisnæmingur og hjá honum er eisini nógvur hondbóltur á skrá í Japan.

Øll fimm eru uppvaksin í Neistanum og hava brúkt nógvar tímar í høllini. Tey eru íðin og hava longu verið nógv fyri felagið. Vit fara at sakna tey í høllini, tá tey fara. Men vit gleðast teirra vegna, ynskja teimum alt tað besta og gleða okkum at fylgja við, hvussu teimum gongst.

Góða ferð og vit síggjast aftur í høllini💙

28/07/2026

Neistin ynskir øllum eina góða ólavsøku 💙🇫🇴

28/07/2026

Eirikur Hákunarson Magnussen: Ein institutión hjá Neistanum er flaggberi 💙🇫🇴

Í eina fjórðingsøld hevur fryntligi havnamaðurin verið liðleiðari hjá Neistanum. Nøkur ár hjá monnunum, men nógv tey flestu hjá kvinnunum, sum søguliga eru tær mest vinnandi í Føroyum.

Tað er ongin ivi um, at Eirikur leggur nógv gott eftir seg hjá Neistanum. Øll eru góð við Eirik. Ung sum gomul. Og Eirikur er góður við øll. Tað var av tí sama ein sera rørandi løta, tá vit heiðraðu Eirik fyri trúgva tænastu á 95 ára føðingardegnum hjá Neistanum í vár. Umframt at hava verið liðleiðari hesi 25 árini, hevur hann eisini verið venjari og dømt mangan dyst hjá felagnum. Soleiðis er Eirikur: Hann tekur eitt tak fyri felagið, tá tørvur er á tí!

Tí eru vit eisini sera fegin um, at Eirikur hevur játtað at vera flaggberi hjá Neistanum á ólavsøku í ár. Eirikur gongur við sínum jaligi hugburði og lætta lyndi á odda við tí mentan, sum vit ynskja skal vera grundarlagið undir øllum virkseminum í okkara deiliga felagsskapi, Neistanum.

Tað er ikki bara hjá Neistanum, at Eirikur gongur á odda. Eirikur er útbúgvin bakari og er bakarameistari hjá Mylnuni, sum eisini er ein institutión í Havnini. Og bakarakynstrini hjá Eiriki eru mangan komin Neistanum til góðar. Eitt er góði baksturin, sum vit sleppa at njóta, nakað annað er, at Eirikur dugir at elta annað enn deiggj.

Í einum gomlum tíðindastubba hjá Neistanum frá 31. august 2010 verður skrivað, at Eirikur kanska “forkelar” neistamenn ov nógv, sum hann tá var liðleiðari hjá. Tí umframt at vera bakari, so hevur Eirikur eisini tikið ymisk skeið í vøddamýking og hetta kom væl við hjá neistamonnum – og so verður lagt afturat, at: “óivað fellir hetta honum lætt, tí Eirikur er bakari, og hann man hava elt mang deiggið”.

Góði Eirikur, vit takka tær so hjartaliga fyri títt stóra íkast til bæði rakstur, (bakstur) og trivnað hjá kvinnunum og í felagnum yvirhøvur seinastu 25 árini!

Nevndin

27/07/2026

💙TOMBOLA OG FISKIBRUNNUR Á ÓLAVSØKU 🎣🎁

Aftur í ár finna tit Neistan beint uttanfyri Betri Banka í Niels Finsens gøtu.

Vit hava spílað okkum ordiliga út í ár og hava nógvar góðar vinningar 🤩

Har verður alt frá magnettalvum, dukkum, bilum, keyboards, bamsum, sápubløðrum og annað spennandi 🙌

Komið framvið og stuðlið Neistanum 💙

Vit gleða okkum at síggja tykkum á Ólavsøku.

20/07/2026

💙𝐊𝐨𝐦 𝐭𝐢𝐥 𝐬𝐤𝐫úð𝐠𝐨𝐧𝐠𝐮 á Ó𝐥𝐚𝐯𝐬ø𝐤𝐮💙
Vit vilja fegin síggja allar okkara limir.

📍 Vit møtast í Tróndargøtu
📅 Ólavsøkuaftan
🕜 Kl. 13.15
🚶‍♀️ Skrúðgongan fer avstað kl. 13.55

💙 Minst til at vera í Neistaklæðum.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Vit gleða okkum at síggja tykkum💙

20/07/2026

🏆 Evropa Cup

Lutakastið til Evropa Cup er nú greitt, og okkara kvinnur skulu møta KHF Samadrexha úr Kosovo.

KHF Samadrexha vann kosovska meistaraheitið í farna kappingarári.

Dystirnir verða leiktir í oktober. Enn er tó ikki endaliga avgjørt, um báðir dystirnir verða leiktir í Kosovo, ella um annar verður á heimavølli hjá Neistanum.

💙Vit gleða okkum til eitt spennandi evropeiskt ævintýr💙

17/07/2026

U18 landsliðið er farið til Íslands í morgun - og okkara Mortan Eyðunarson, Gilli Reginsson og Rani Ragnhildarson Johannessen umboða Føroyar 🇫🇴💙💪

Á skránni eru tveir venjingardystir móti Íslandi, sum fyrireiking til U18 EM-kappingina, sum verður í Serbia seinni í summar.

Vit ynskja teimum og restini av landsliðnum eina góða ferð - og vit gleða okkum til at fylgja teimum.

Dystirnir í Íslandi verða leiktir leygardagin og sunnudagin, báðar dagar kl. 17.

Photos from Neistin's post 16/07/2026

Flott avrik hjá U20-monnunum 🇫🇴👏

Vit ynskja føroysku U20-monnunum hjartaliga tillukku við flotta sigrinum í dag og frálíku avrikunum higartil í EM-endaspælinum.

Eftir summarsteðgin gleða vit okkum at síggja fleiri av U20-leikarunum í Neistabúnanum 💙

Samstundis ynskja vit Magnusi alt tað besta í Mors-Thy Håndbold. Tað verður spennandi at fylgja honum og øllum hansara skotvariantum á hægsta stigi í Danmark 🤾‍♂️

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


Hallarheygur 4
Tórshavn
100