Minnist til limagjaldið !!
Freistin er
1. Septembur
Dansiskúlin
Dansiundirvísing til børn, ung og vaksin. Vit leggja dent á lítil lið, har øll hava møguleikan at vera við til framsýningar, kappingar og dansipróvtøkur.
Nýggi dansiskúlin byrjaði í august 2013, og í løtuni bjóða vit dansiundirvísing til yvir 100 glaðar dansarar hvørja viku. Dansilærarin er Katrin Dal-Christiansen, sum er útbúgvin lærari, og sum í nógv ár átti dansiskúlan Poise Academy of Gymnastics and Dance í New Zealandi.
16/08/2026
Tilmelding her, ella á tlf 255038 🤩
14/08/2026
🩰 Ballett Børn 🩰 Nýtt skeið 17 August 🤩
Í okkara balletttímum læra børnini nógv meira enn dans. Tey byggja sjálvsálit, styrki og dirvi, samstundis sum tey menna javnvág, smidleika og vakrar rørslur.
Gjøgnum tónleik, rørslu og felagsskap fáa tey møguleikan at lata sítt hugflog blóma og uppliva gleðina við at skapa saman við øðrum.
Vit leggja dent á eitt trygt og jaligt umhvørvi, har hvørt barn kennir seg virðismett og eggjað til at mennast í sínum egna lagi.
Ballett =
✨ Styrkir kropp og sinn
✨ Mennir sjálvsálit og sjálvsvirði
✨ Byggir vinarløg og felagsskap
✨ Lærir fokus, disiplin og samstarv
✨ Skapar lívslanga dansigleði
🩰 Lið: Ballett Børn – har dreymar fáa veingir, og hvørt stig er eitt stig móti størri sjálvsáliti.
Lið 1: Byrjarar - 6 ár og eldri
Tema: Lilo & Stitch
Leygardag kl 12.00-12.45
Lið 2: Eitt sindur vand - 7 ár og eldri
Leygardag kl 12.45-13.30
Tilmelding á tlf 255038.
Sí fleiri lið til børn, ung og vaksin her:
https://m.facebook.com/story.php?story_fbid=1438540864961542&id=100064169250046
Er tað flóvisligt at dansa frammanfyri, ella saman við øðrum? Hevur tú hugsað um at roynt ein fitness dansitíma fyri vaksin, men okkurt heldur teg aftur?
Tú ert ikki einsamøll/einsamallur. Nógv halda, at tey mugu hava dansiroyndir, vera í góðum formi, ella hava “rytmu”, áðrenn tey tora at byrja.
Men soleiðis er tað ikki.
Mínir dansitímar eru fyri øll – bæði fyri roynd, og fyri teg, sum ongantíð hevur dansað fyrr.
At dansa er ikki bara stuttligt – Tað er eisini sera gott fyri heilsuna. Tú fært rørt teg, styrkt hjarta og kropp, og betra javnvág og koordinatión.
Dansur minkar eisini um strongd, og lyftir hýrin. Samstundis fært tú eina góða løtu bara til tín sjálvs.
Her er eingin, sum væntar, at tú skalt vera perfekt. Vit læra saman, flenna saman, og njóta tónleikin og rørsluna, í einum hugnaligum og stuðlandi umhvørvi.
So um tú hevur hug at royna – tak fyrsta stigið. Tú ert hjartaliga vælkomin. ❤️💃
Ivast tú enn?
So send mær eini boð, so sendi eg tær eitt ókeypis filmsbrot av einum av okkara dansum 🤩 So kanst tú venja dansin heima, áðrenn skeiðið byrjar.
Vit byrja eitt nýtt 8 vikurs-dansiskeið 17 August.
Vit dansa Mánadagar kl 18.00-18.45.
Stað: Vælvera Fitness Tórshavn.
Tilmelding her, ella á tlf 255038.
Kostnaður:
Vanliga 560 kr fyri 8 vikur.
Tilboð: -20% um 2 melda til saman.
Drop in:
Nú er eisini gjørligt at koma av og á, tá tað liggur fyri, og gjalda 70 kr á staðnum.
Boða frá áðrenn tú/tit koma á tlf 255038.
Mammubólkar, bindiklubbar og aðrir bólkar: Ring og bílegg tíð.
Eg gleði meg, at hoyra frá tær/tykkum.
Vh Katrin 😍
28/07/2026
Nýtt-Nýtt-Nýtt 🤩 Byrjar 18 August 📣
Cheer Dance 7-12 ár 🤸♀️
Cheer Dance er ein livandi og spennandi ítróttargrein, sum sameinir dans, tónleik, nágreiniligar rørslur, og sterka útstráling. Dansurin byggir á samanspæl, rútmu, kreativitet, og gleðina við at framføra saman sum eitt lið.
Tað snýr seg um at byggja sjálvsálit, tora at royna nakað nýtt, fáa nýggjar vinir, og vera partur av einum felagsskapi, har øll stuðla hvørjum øðrum.
Umframt dans, læra børnini:
• 💖 At trúgva upp á seg sjálvi.
• 🤝 At samstarva.
• 🌟 Disiplin, ábyrgd og ágrýtni.
• 🎵 Rútmu, koordinatión og kreativitet.
• 💪 Styrki, smidleika og góða kropsliga venjing.
Í Cheer Dance er eingin ov lítil til at byrja, og eingin dreymur ov stórur at elta.
Lið: Cheer Dance 7-12 ár
📍 Stað: Dansiskúlin, Jóannesar Paturssonar gøta 30
🗓️ Venjing: Týsdagar kl 15.00-15.45
📞 Samband: Tilmelding á tlf 255038
💵 Kostnaður: 400 kr fyri 8 vikur
Sí fleiri lið til børn, ung og vaksin her:
https://m.facebook.com/story.php?story_fbid=1438540864961542&id=100064169250046
15/07/2026
✨ Visti tú, at dansitímar læra børn so nógv meira enn bara dans?
Her eru 7 førleikar, sum fyrireika børn til skúla, og sum tey menna gjøgnum dans:
👂 At lurta eftir læraranum
👣 At fylgja vegleiðingum
⏳ At bíða eftir sínum tørni
🤝 Samstarv
🌟 At leiða og fylgja
⭐ At sita og standa á sínum plássi
🛑 At hugsavna seg og stýra sær sjálvum
Hesir grundleggjandi førleikarnir hjálpa børnum at kenna seg trygg, og at megna og vera klár at luttaka – ikki bara í dansitímum, men eisini í barnagarði og skúla.
Tá børn læra at lurta, fylgja mannagongdum, samstarva við onnur og stýra sínum atburði og kroppi, eru tey betur fyrireikað at læra í ein og hvørjum flokshøli.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Telefon
Internet side
Adresse
Jóannesar Paturssonargøta 30
Tórshavn
100
Hvad er åbningstiderne?
| Mandag | 15:00 - 19:00 |
| Tirsdag | 15:00 - 19:00 |
| Onsdag | 15:00 - 19:00 |
| Torsdag | 15:00 - 19:00 |
| Fredag | 15:00 - 19:00 |