Fimleikafelagið Ljósið

Fimleikafelagið Ljósið

Del

Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Fimleikafelagið Ljósið, Sportshold, Postboks 3013, Tórshavn.

28/08/2026

🌟 LIMADAGAR Á TORGINUM FRÍGGJADAG & LEYGARDAG! 🤸‍♀️🌟

Fríggjadagin og leygardagin 28. og 29. august hava vit limadagar á torginum í SMS 🥳 Á skrá:

🎨 Ókeypis andlitsmáling & glimmur í hárið
🎈 Bassi kemur við ballónum til børnini!
🤸‍♀️ Fimleikabani, har børnini kunnu royna seg
✨ Litríkar lokkar í hárið – 1 stk. 30 kr. / 2 stk. 50 kr.
🧢 Ljósið-húgva, net og plakatir til sølu
👕 Sport 24 bjóðar serprís uppá búnan bara hetta vikuskifti
🎟️ Tombola – 5 kr. fyri seðilin

Bassi:
📅 Fríggjadag kl. 16.15
📅 Leygardag kl. 13.15 og 16.15

🎶 Og fríggjadagin kl. 16.30 kemur Jens Marni at syngja! ❤️

Vit síggjast á Torginum!🤸‍♀️✨

26/08/2026

🤸‍♀️ Amboð fyri vaksin 20+ 🤸‍♂️

Hevur tú hug at royna teg í Fimi? Hevur tú hug at fáa góða grundvenjing, íðka amboð og hava tað stuttligt saman við øðrum vaksnum? So er hetta liðið júst til tín! 🙌

Her er pláss fyri bæði tær, sum hevur roynt fimleik áður, og tær, sum bara hava hug at royna teg.

https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/ambod-fyri-vaksin-20

26/08/2026

✨ TRAMPOLINLIÐ 20+✨

Hevur tú hug at royna teg í Fimi, har serligur dentur verður lagdur á trampolinvenjingar, saman við øðrum vaksnum, so er hetta liðið júst til tín. Vit fara, umframt at venja, at hava tað stuttligt saman
Vit venja í Fimi mikudagar frá 19.00-20.00.

Tilmelding: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/trampolinlid-20

24/08/2026

✨ FIMLEIKUR Í KOLLAFIRÐI ✨

Aftur í ár hava vit heili trý lið í Kollafirði?

🤸‍♀️Foreldur & børn 3-6 ár: Melda til her: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/foreldur-og-born-kollafjordur
🤸‍♀️Gentur 1.-3. flokkur: Liðið er fult teknað, men møguligt er at skriva seg á bíðilista: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/1-3-flokkur-gentur-kollafjordur
🤸‍♀️Gentur 4.-5. flokkur: Melda til her: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/4-5-flokkur-gentur-kollafjordur

Vit gleða okkum at síggja tykkum í Kollafirði 💗

24/08/2026

✨ Retro rútmu fimleikur til kvinnur 30+ ✨

Á hesum liðnum venja vit konditión, koordinatión, styrki og eitt lítið sindur av smidleika. Venjingarnar eru inspireraðar av teimum klassisku fimleikavenjingunum, sum vit minnast frá síðst í 90’unum og fyrst í 00’unum 🤸‍♀️💪

Venjing er í høllini í skúlanum við Løgmannabreyt týsdagar kl. 20.00.

Tað er okkara dugnaliga og Julianna, sum fer at undirvísa. Julianna hevur nógv ár á baki sum íðkari og venjari í Ljósinum – bæði hjá breidd og kappingarliðum.

Kom og ven við okkum, og sig gjarna eisini einari vinkonu frá 👯‍♀️

Tilmelding er her: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/kvinnur-30

24/08/2026

🌸 Fimleikur fyri morgundamur 🌸

Vit hava ein styrkjandi og gevandi tíma, har vit arbeiða við at styrkja kjarnuna, balansuna og teir stóru muskulbólkarnar. Venjingin er fjølbroytt, og vit leggja eisini dent á, at tað skal vera hugnaligt og stuttligt at koma til fimleik 😊

📍 Vit venja í Fimi
🕘 Hósmorgnar kl. 9.00–10.00
📱Melda til her: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/morgundamurnar ella ring á tlf. 283888

Hallgerð Bjartalíð, fysioterapeutur

23/08/2026

🤸‍♀️ FIMLEIKUR TIL DREINGIR Í FIMI! 💗
Vit hava fleiri breiddartilboð fyri dreingir! Á liðunum venja vit grundleggjandi motoriskar førleikar, og stórur dentur verður lagdur á styrki, so íðkararnir klára at gera grundleggjandi elementini í amboðsfimleiki. Alt hetta verður gjørt, meðan vit hugna okkum og hava tað stuttligt saman.

👦Dreingir 0.-1. flokkur: Mánadag kl. 16.30-17.30. Tilmelding: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/0-1-flokkur-ambod-dreingir
👦Dreingir 2.-4. flokkur: Mánadag kl. 17.30-18.30. Tilmelding: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/2-4-flokkur-ambod-dreingir
👦Dreingir 5.-6. flokkur: Mánadag kl. 18.30-19.30. Tilmelding: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/5-6-flokkur-ambod-dreingir

23/08/2026

🤸‍♀️ FIMLEIKUR TIL GENTUR! 💗
Vit hava fleiri spennandi breiddarlið fyri gentur í øllum aldri!
Á liðunum gera vit fimleik, hava tað stuttligt saman og arbeiða við styrki, javnvág, smidleika og rørslum, sum passa til aldurin. Liðini venja í Sankta Frans skúla.
Vit hava hesi liðini:
👧 Gentur 5 ár: Mánadagur kl. 16.15. Tilmelding: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/gentur-5-ar-rutma-og-ambod
👧 Gentur 6 ár: Hósdagur kl. 16.15. Tilmelding: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/gentur-6-ar-rutma-og-ambod
👧 Gentur 1.-2. flokkur: Mánadagur kl. 17.15. Tilmelding: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/1-og-2-flokkur-rutma-gentur
👧 Gentur 3.-5. flokkur: Fríggjadagur kl. 16.15. Tilmelding: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/3-5-flokkur-rutma-gentur
✨ Tað er pláss fyri bæði nýggjum og royndum fimleikarum – so kom við og royn teg!
Vit gleða okkum at síggja tykkum! 💕🤸‍♀️

23/08/2026

✨LOPPURNAR✨

Loppurnar er okkara fimleikalið fyri fólk yvir 12 ár við serligum tørvi. Tað krevst ongar royndir fyri at koma við – bara hugur at røra seg og møta øðrum, sum eisini hava gleði av fimleiki 🤸‍♀️

Vit fara at hava tað stuttligt, og hugna okkum saman, meðan vit gera fimleik, sigur Katrin. Vit fara at gera fimleikaseriir, dansa ballett, limbo, zumba, salsa, hip hop, yoga og alt møguligt annað. Øll sum hava hug eru vælkomin.

Katrin Dal-Christiansen er venjari. Katrin hevur verið fimleikavenjari í 30 ár, bæði í Føroyum, Danmark og í Ný Sælandi, har hon hevði egið fimleikafelag. Katrin er dagliga lærari á Skúlanum á Trøðni, og so eigur hon eisini Dansiskúlan, har hon undirvísir í dansi til børn, ung og vaksin.

Loppurnar venja hósdagar kl. 17.15 í Dansiskúlanum.

Meldið til her: https://www.ljosid.fo/klub/fimleikafelagid-ljosid/hold/loppurnar

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


Postboks 3013
Tórshavn