Róðrarsamband Føroya RSF

Róðrarsamband Føroya RSF RSF hevur til endamáls at menna og skapa áhuga fyri róðri og at vera stuðul hjá feløgum

16/08/2026
Regatta 2026.Myndir, Jan Herman Hansen
14/08/2026

Regatta 2026.
Myndir, Jan Herman Hansen

Í gjár savnaðist kappróðrarfamiljan til fyrstu heiðursløtuna hjá Róðrarsambandi Føroya.Á heiðursløtuni vórðu ársins avri...
02/08/2026

Í gjár savnaðist kappróðrarfamiljan til fyrstu heiðursløtuna hjá Róðrarsambandi Føroya.

Á heiðursløtuni vórðu ársins avrik, felag, eldsál og móttakari av Heiðursskjali Róðrarsambands Føroya heiðrað. Ein virðilig og hugnalig løta, har vit saman settu fokus á bæði avrikini á fjørðinum og tey mongu, sum við eldhuga og trúfesti bera føroyskan kappróður fram.

Les greinina og síggj hvør fekk heiðrarnar – og grundgevingarnar fyri teimum. 👏

Vinnarar av Ársins StarturKappróðrarfamiljan heiðraði avrikini í føroyskum kappróðriUndan sjálvari Róðrarveitsluni 2026 skipaðu Róðrarsamband Føroya og KÍF Kappróður fyri fyrstu heiðursløtuni í hesum líki. Endamálið við heiðursløtuni var at varpa ljós á tey mongu avriki...

01/08/2026

Tilnevningarnar til Ársins Endaspurt! ✨

01/08/2026

🏆 Tilnevningarnar til Ársins Áralag 2026

Eitt gott áralag er úrslitið av óteljandi venjingartímum, har hvør rørsla verður fínpussað. Tá øll taka í senn, fylgjast gjøgnum alt takið og halda somu takt – eisini tá møðin setir inn – verður róðurin bæði vakur og skjótur.

Í ár eru hesi tilnevnd til heiðurin Ársins Áralag:

⭐ Ørvur
Ørvur hevur gjøgnum summarið víst eitt sera vakurt og væl samansjóðað áralag. Eisini undir truplum líkindum hevur manningin hildið taktina og róð við stórum neyvleika, fokus og disiplin.

⭐ Klaksvíkingur
Ígjøgnum allar stevnurnar hevur Klaksvíkingur víst gott áralag og vakran róður. Manningin hevur róð við stórari ferð og góðari javnvág gjøgnum kappingarárið.

⭐ Fípan Fagra
Fípan Fagra hevur víst eitt vakurt og samansjóðað áralag. Árarnar fara í og úr sjónum í senn, takið er langt og javnt, og manningin heldur somu góðu taktina frá fyrsta taki til síðsta.

👏 Hjartaliga tillukku til allar tríggjar manningarnar við tilnevningini.

🏅 Vinnarin av heiðrinum Ársins Áralag 2026 verður kunngjørdur á Róðrarveitsluni í kvøld.

01/08/2026

🏆 Tilnevningarnar til Ársins Comeback 2026

Róðurin er ikki avgjørdur, fyrr enn kjósin er farin um mállinjuna. Eitt comeback krevur stríðsvilja, tol og trúgv upp á egna megi – eisini tá mótbrekkan er størst. Tað kann vera ein einstakan róður ella ígjøgnum árið.

Í ár eru hesi tilnevnd til heiðurin Ársins Comeback:

⭐ Drekin, gentur 14–16 ár
Á Eystanstevnu stríddi Drekin seg fram gjøgnum róðurin. Eftir at hava ligið mitt í feltinum stóran part av teininum fann manningin eyka kreftir í endaspurtinum, tók fremsta bátin og vann ein minniligan sigur.

⭐ Strálan
Eftir eina torføra byrjan upp á kappingarárið megnaði Strálan at venda gongdini. Frá at vera væl aftanfyri fremstu manningarnar á fyrstu stevnuni vann manningin tríggjar av teimum seinastu FM-róðrunum – eitt sannførandi comeback gjøgnum summarið.

⭐ Pílur, gentur 14–16 ár
Á Sundalagsstevnu vísti Pílur stóran stríðsvilja og megnaði at venda einari truplari støðu til ein sterkan enda á róðrinum og eitt 3. pláss. Ein framúr innsatsur, sum vísir, hvussu nógv kann vinnast við vilja og ágrýtni.

👏 Hjartaliga tillukku til allar tríggjar manningarnar við tilnevningini.

🏅 Vinnarin av heiðrinum Ársins Comeback 2026 verður kunngjørdur á Róðrarveitsluni í kvøld.

01/08/2026

🏆 Tilnevningarnar til Ársins Start 2026

Ein góður startur kann leggja lunnar undir ein heilan róður. Tað krevur eksplosivitet, samanhald og dirvi – og júst hesar eginleikar hava eyðkent fleiri framúr startir í ár.

Í ár eru hesi tilnevnd til heiðurin Ársins Start:

⭐ Havnarbáturin
Á Norðoyastevnu vísti Havnarbáturin ein ótrúliga eksplosivan start. Eftir bert fá tøk hevði manningin vunnið sær eina hálva bátslongd á kappingarneytarnar og legði harvið lunnar undir ein framúr róður.

⭐ Skúgvur
Við einum sannførandi og væl samansettum starti megnaði Skúgvur longu í teimum fyrstu tøkunum, at rógva seg greitt á odda til eystanstevnuróðurin. Ein startur, sum vísti bæði styrki, neyvleika og framúr samróður.

⭐ Heiðabáturin
Á Eystanstevnu legði Heiðabáturin bragdliga frá landi og økti støðugt um leiðsluna gjøgnum allan startspurtin. Tá starturin var lokin, hevði manningin vunnið sær eina hálva til tríggjar fjórðings bátslongd framum restina.

👏 Hjartaliga tillukku til allar tríggjar manningarnar við tilnevningini.

🏅 Vinnarin av heiðrinum Ársins Start 2026 verður kunngjørdur á Róðrarveitsluni í kvøld.

Lurti eftir seinastu sending av "Ár og bekk", leinkja til sendingarnar í viđmerkingunum ✨️Ein rúgva av glaðum vinnarum í...
31/07/2026

Lurti eftir seinastu sending av "Ár og bekk", leinkja til sendingarnar í viđmerkingunum ✨️

Ein rúgva av glaðum vinnarum í FM1-rásarúminum. "Ár og bekk" tekur samanum saman við vinnarum í øllum bátastøddum 🚣‍♂️

Okkara stuđul Elektron stuđlar sendingini 💥

Myndina eigur FM1 📸

31/07/2026

🏆 Tilnevningarnar til Ársins Felag 2026

Í ár eru hesi tilnevnd til heiðurin Ársins Felag:

⭐ Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
Felagið hevur seinastu árini verið í einari sera jaligari menning. Við nýggjum neysti, fleiri virkisfúsum manningum og góðum úrslitum bæði í kappróðri og inniróðri hevur felagið skapað eitt sterkt umhvørvi, har íðkarar, sjálvboðin og lokalsamfelagið lyfta í felag.

⭐ Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag
Eitt felag, har øll kenna seg vælkomin. KSR hevur bygt upp ein sterkan felagsskap, har trivnaður, trygd og sjálvboðið arbeiði ganga hond í hond. Við stórum arbeiði bæði á landi og á sjónum hevur felagið skapað eitt virkið og savnandi umhvørvi fyri bæði rógvarar og lokalsamfelagið.

⭐ Sumbiar Ítróttarfelag
Síðani felagið varð endurstovnað hevur gongdin verið sera jalig. Nýggj útgerð, nýggjur kappróðrarbátur, virksemi í bæði kappróðri og inniróðri, umboð á landsliðnum og fyrsta FM-heitið vísa, at miðvísa arbeiðið ber ávøkst. Samstundis er felagið vorðið eitt náttúrligt savningarstað, har bygdin stendur saman um kappróðurin.

👏 Hjartaliga tillukku til øll tilnevndu, og takk fyri tykkara stóra arbeiði fyri føroyskan kappróður og teimum felagsskapum, sum tit eru við til at byggja upp.

🏅 Vinnarin av heiðrinum Ársins Felag 2026 verður kunngjørdur á Róðrarveitsluni í morgin.

Adresse

Eystara Bryggja 30
Tórshavn
110

Hvad er åbningstiderne?

Tirsdag 09:30 - 14:30
Torsdag 09:30 - 14:30
Fredag 09:30 - 14:30

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Róðrarsamband Føroya RSF sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Róðrarsamband Føroya RSF:

Genveje

Del

Type