17/08/2026
🏋️ Nýggjir vektflokkar í olympiskari vektlyfting!🏋️
Frá 1. august eru nýggir altjóða vektflokkar galdandi í olympiskari vektlyfting. Men hvat merkir hetta fyri føroysku metini? 🇫🇴
Føroya Styrkisamband hevur tikið støðu til, hvussu føroysku metini verða handfarin, nú nýggju flokkarnir eru komnir í gildi.
Les meira á fss.fo 👇
Nýggjir vektflokkar í olympiskari vektlyfting - Føroya Styrkisamband
Altjóða Vektlyftingarsambandið (IWF) hevur kunngjørt, at nýggir altjóða vektflokkar verða tiknir í nýtslu frá 1. august 2026. Hetta er eitt framhald av broytingunum í fjør, og er ein av størstu broytingunum… Read More »Nýggjir vektflokkar í olympiskari vektlyfting
09/06/2026
Nú er gjørligt at møta til vekt- og styrkilyfting venjingar í Bylgjuni🏋🏻♀️
Setið tykkum í samband við S/F Trúðheimur, um tit eru áhugaði at prøva🤩
14/05/2026
🚨Innkalling til aðalfund í Føroya Styrkisamband
🚨RÆTTING: FUNDURIN ER KL 19:00 OG IKKI KL 18:00
https://fss.fo/adalfundur-30-mai-2026/
Góðu tit
Vit í Føroya Styrkisambandi bjóða til aðalfund, leygardag 30. mai kl 19:00. Fundurin verður í fundarhølinum hjá Føroya Sjósavn, Rættargøta 8, Argir.
Skrá
Skráin er sambært viðtøkum felagsins á https://fss.fo/vidtokur
- Val av fundarstjóra
- Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
- Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
- Val av nevndarlimum og tiltakslimum
° Heini Hátun og Sonni Eliassen standa fyri valið
° Sonni Eliassen stillar ikki uppaftur
° Heini Hátun stillar uppaftur
- Val av grannskoðara
- Innkomin mál
- Ymiskt
° Lyftiloyvið skipanin
° Føroya Styrkisamband eru upptikin sum sersamband í ÍSF
Viðtøkur - Føroya Styrkisamband
Bústaður: Eystar Bryggja 30, Postsmoga 223, 110-TórshavnTeldupostur: [email protected]: +298 223336Nevndin: Trýst her
02/05/2026
🇫🇴FM 2026 í styrkilyfting er nú av, og vit kunnu við sanni siga, at kappingin eydnaðist sera væl 💪
Tilsamans vóru 11 luttakarar við🏋🏻♀️ – harav trý, sum royndu seg í síni fyrstu kapping, og ein gesta-íðkari úr Íslandi við føroyskum røtum 🇫🇴🇮🇸
🏆 Vinnarar:
• Vár G. Hansen vann gull hjá kvinnum við einum trý-dysti á 440 kg og 88,05 IPF GL stigum
• Tordur Sigurðsson vann hjá monnum við 615 kg og 86,46 stigum
🥈 Silvur:
• Zoe Elizabeth Dickson vann silvur hjá kvinnum við einum trý-dysti á 344,5 kg og 77,96 IPF GL stigum
• Julian Fosaa vann silvur hjá monnum við einum trý-dysti á 610 kg og 81,63 IPF GL stigum
🥉 Bronsa:
• Marner Ákason vann bronsu hjá monnunum við einum trý-dysti á 540 kg og 74,89 IPF GL stigum
🔥 Í dag vórðu eisini sett heili 14 nýggj føroysk met!
Úrslitini og metini kunnu síggjast á okkara heimasíðu: urslit.fss.fo
Vit sóu nógv flott avrik – bæði persónlig met og føroysk met – og vilja takka øllum luttakarum, hjálparfólki og áskoðarum fyri ein framúr dag 🙌
Vit gleða okkum longu til næstu kapping
29/04/2026
Freistin fyri at melda seg til FM í styrkilyfting er í morgin kl 12:00🥇💪
Kappingin verður komandi leygaradg í Burn Klassik, Berjabrekka 1, og byrjar kl 12:00
FM 2026 Í STYRKILYFTING
FM 2026 í styrkilyfting Tíðarætlanin niðanfyri er ein fyribils meting av, hvussu skráin kemur at sí...
06/04/2026
🔥 FM 2026 í styrkilyfting 🔥
Nú er tað gjørligt at tilmelda seg til FM 2026 í styrkilyfting!
📍 Stað: Burn Klassiks, Berjabrekka 1
📅 Dato: 02. mai
⏰ Kapping byrjar: kl. 12:00
⚖️ Innviging: kl. 10:00–11:00
👀 Øll eru vælkomin niðan at hyggja og stuðla okkara røsku íðkarum!
👉 Melda teg til nú!
FM 2026 Í STYRKILYFTING
FM 2026 í styrkilyfting Tíðarætlanin niðanfyri er ein fyribils meting av, hvussu skráin kemur at sí...
15/03/2026
04. juli❌📆
GG: Kappingin verður tann 04. juli, og ikki juni, sum stendur á myndini!
13/03/2026
🇫🇴‼️ Føroyar við til EM fyri smátjóðir ‼️🇫🇴
Í morgin, leygardagin 14. mars, kappast okkara tríggjar sterku damur fyri Føroyar 💪
- Barba Jansdóttir
- Herborg Justinussen
- og Embla Bjarkhamar
Allar lyfta í bólkinum, sum byrjar kl. 11:00 føroyska tíð.
📺 Hygg við her 🍿:
https://www.youtube.com/live/WjMrvV5rizg?si=ELSyLoJRGjce6wSv
Vit ynskja teimum bestu eydnu!
12/03/2026
🇫🇴 Føroyska landsliðið til EM fyri smátjóðir
Í vikuskiftinum luttekur føroyska landsliðið í olympiskari vektlyfting í EM fyri smátjóðir, sum verður leygardagin 14. mars í Garðabær í Íslandi.
Føroyar verða umboðaðar av trimum lyftarum:
• Barba Jansdóttir (senior)
• Herborg Eyðnudóttir Justinussen (senior)
• Embla Bjarkhamar (unglingar)
Hetta verður fyrstu ferð, at Embla luttekur í eini landsliðskapping💪🇫🇴
Barba kemur til kappingina við góðum úrslitum í skjáttuni, eftir at hon júst hevur vunnið danska meistaraheitið (DM) í sínum aldurs- og vektflokki🥇 Herborg hevur eisini nógv á skránni, tí hon fer í komandi viku til Keypmannahavnar at kappast í DM fyri seniorar🏋🏻♀️
Við føroyska hópinum eru venjararnir Anna Kristina Norðberg Niclasen og Frank Petersen🤓
Vit ynskja hópinum bestu eydnu 🇫🇴
09/03/2026
🥇oops they (grannanir) did it again🏋🏻♀️🇫🇴
Les um DM-Masters kappingina har Barba, Katrin og Niels Juel luttóku 🇫🇴 Øll trý umboðaðu danska felagið AK Atlas🇩🇰
Grannar í Purkugerði endurvunnu DM-gull - Føroya Styrkisamband
Um vikuskiftið 28. februar til 1. mars varð kappingin um danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting fyri masters hildin í Valby í Keypmannahavn. Aftur hesaferð eydnaðist tað grannunum úr Purkugerði í… Read More »Grannar í Purkugerði endurvunnu DM-gull