29/08/2026
Úrslit frá 9. FM-kappingini í 2. deild hjá monnum:
Nr.1 Sámuel Rasmussen🏆
Nr.2 Jón Johansen🥈
Nr.3 Niels Thomsen🥉
Nr.3 Nói R. Djurhuus🥉
Fæst pílar: 13 Bergur Kluftá🎯
Hægst útgang: 142 Nói R. Djurhuus🎯
29/08/2026
Úrslit frá 9. FM-kappingini í 1. deild hjá monnum:
Nr.1 Petur Thomsen🏆
Nr.2 Jan MacIntosh🥈
Nr.3 Uni Árting🥉
Nr.3 Tummas Simonsen🥉
Fæst pílar: 13 Uni Árting🎯
Hægst útgang: 157 Tummas Simonsen🎯
29/08/2026
Úrslit frá 9. FM-kappingini hjá kvinnum:
Nr.1 Beinta Joensen🏆
Nr.2 Jóna Miðalberg🥈
Nr.3 Nadja Tróndardóttir🥉
Nr.3 Theresa Enghamar🥉
Fæst pílar: 19 Theresa Enghamar🎯
Hægst útgang: 71 Jóna Miðalberg🎯
28/08/2026
43 leikarar hava meldað til kappingina, sum verður í Bygdahúsinum í Miðvági leygardagin kl 11.
Hølini lata upp kl 9:30 og leikarar skulu møta til endaliga skráseting innan kl 10:30.
Eru avboð ella spurningar, ber til at skriva til [email protected]
27/08/2026
9. umfar í FM-kappingunum hjá U13 og U18 verður Bygdahúsinum í Miðvági sunnudagin 30. august kl 15.
Hølini lata upp kl 14 og tilmelding er á staðnum inntil kl 14:45.
25/08/2026
Higartil hava 16 leikarar meldað til FM-kappingina, sum verður í Miðvági leygardagin 29. august.
Spælt verður í 1. deild og 2. deild hjá monnum og kvinnudeild.
Klikk á linkið og melda teg til https://dart.fo/fm-tilmelding/
ØLL DARTÁHUGAÐ KUNNU MELDA TIL.
Tilmeldingarfreistin er hósdagin 27. august kl. 20.
Nærri kunning um sjálva kappingina kemur út, tá vikuskiftið nærkast.
FM tilmelding - Dartsamband Føroya (DSF)
Endamálið hjá Dartsamband Føroya (DSF) er at vera sambindingarlið millum dartfeløg í Føroyum og samskipa dart sum ítrótt í Føroyum.
16/08/2026
Hesar umboða kvinnulandsliðið til EM-kappingina við Tjarnir, ið byrjar 30. september:
Beinta Joensen, KDF
Nadja Tróndardóttir, D9
Jóna Miðalberg, KDF
Theresa Enghamar, ADF
11/08/2026
Hesir manna landsliðið hjá monnum, sum skal umboða Føroyar í EM-kappingini við Tjarnir, sum byrjar 30. september:
Jan McIntosh, HDF
Uni Árting, HDF
Jan Erik Fjallstein, VDF
Petur Thomsen, HDF
09/08/2026
SKRIVARAR TIL EM 🎯🎯
Nú nærkast EM fyri lið í Føroyum, av álvara. Eg fari tí vegna Dartsamband Føroya, at spyrja leikarar og hjálparfólk í øllum dartumhvørvinum: Hvør kann kann koma at verða skrivari hesar dagarnar?
Hettar er nokk størsta ítróttarliga tiltak í Føroya søgu, ið ein einstøk ítróttargrein skal fyriskipa, og krevur hettar at DSF fær so nógva og góða hjálp sum yvirhøvur.
EM er frá 29 sep til 3 okt. Og koma tað 300 leikarar úr 39 londum at kappast. Og uml 150 fólk koma afturat hesum hópinum, sum venjarar, og umboð fyri dartsambondini í hesum londum. Og eini 10 fólk frá World Darts Federation.
Tað eru nógvir postar sum skulu røkjast, fyri at hettar skal lata seg gera. Vit í Nevndini í HDF vóna, at limir okkara vilja geva eina stóra hjálpandi hond til DSF, so vit kunnu vísa Dart í Europa, at vit kunnu skipa kappingar í heimsklassa.
Ein stórur postur ið krevur nógv fólk, er skrivarar. DSF hevur brúk fyri 32 ella meir skrivarum, dagarnir innleiðandi kappingarnar koyra. Allir dystirnir vera skrivaðir á Dartconnect, sum vit øll kenna.
Man skal ikki halda seg aftur, tí man kanska ikki heldur seg vera super góðan í at rokna. Hettar eru leikarar vanir við, og vísa teir virðing fyri skrivarum og hjálpa til. Bara man dugir at trýsta score inn á Dartconnect, so kann man vera við!
Dagarnir DSF hevur brúk fyri skrivarum eru mikudagin 30. sep til og við fríggjadagin 2. okt.
Tíðirnar eru frá:
Mikudag 30/9 kl. 14:00 - 20:00
Hósdag 1/10 kl. 13:00 - 20:00
Fríggjadag 2/10 kl. 13:00 - 20:00
Øll sum skriva dystir og onnur hjálparfólk, fáa mat og drekka uppi við Tjarnir.
Vinarliga send eini sms-boð til Jóanes Árting á tlf 212605, um tit kunnu hjálpa til hesar dagar, ella bara onkran av hesum døgum. Tað er eisini ílagi at man bara kann eitt ávíst tíðspunkt onkran av døgunum. NB - Viðmerk títt navn og dagar og tíðspunkt tú kann skriva!
PS - Vit heita eisini á feløgini um at hjálpa við at fáa skrivarar.