Felagstúrur týsdagin 23.juni kl 18.
Byrja og enda á Mann á Skála
Bólkur 1 súkklar til Oyndarfjarðar 32km
Bólkur 2 súkklar niðan á Heltnina 20 km
Minnist til hjálm og lyktir
TROY - Triathlon- og súkklufelag
Triatlon- og súkklufelag, heimahoyrandi í Runavíkar kommunu, men er felag fyri alla oynna.
16/06/2026
Takk fyri áhugan!
Lítil viðmerking:
Símun sigur í innslagnum, at tað vóru 10 mans, men teir vóru 12, og 2 kvinnur 🙂👏
Bergtór vann sítt fyrsta FM Bergtór Thorsteinsson var bestur, tá FM í triatlon var í dýrdarveðrinum í Runavík sunnudagin, men hann fekk harða kapping frá einum veterani
Felagstúrur týsdagin 16.juni kl 18.
Byrja og enda á Mann á Skála.
Bólkur 1 súkklar út á Tanga- Himmalvegin- Skálabotn- Skála 32km
Bólkur 2 sukklar út á Tanga- Skála 20km
Felagstúrur í morgin týsdagin 9.juni kl 18.
Byrja og enda á Mann á Skála
Bólkur 1 súkklar hesuferð til Runavíkar har vit taka eina rundu á kriterium rutuni :)
Bólkur 2 súkklar til Søldarfjørð 21 km
07/06/2026
Liðkapping í Eysturoynni 🚴🏻♀️🚴♂️⏱️
Hin vakrasta kappingin av øllum, TTT, eru tað fleiri okkara ið halda, at tíðarsúkkling fyri lið er 😍
Troy skipaði fyri eini tílíkari hendan eitt sindur baldrutta og váta sunnumorgunin í juni 🌦️☁️
Sagt var frá fyrireikarunum, at hvørt liði skuldi hava tríggjar súkklarar, og at súkklað bleiv av Mann á Skála til Fuglafjarðar og aftur.
7 lið, og harvið 21 súkklarar, teknaðu seg til, og møttu hesi í góðum lag til start 👏💪😍
Byrjað varð kl. 09.30 og fóru liðini avstað við 2 min. ímillum í eini eitt sindur kalkuleraðari og eitt sindur tilvildarligari raðfylgju 🤷♂️🧐
Startrøðin:
09.30: Kostas, Steintóra og Sigrid
09.32: Jóanis Albert, Alfred og Niklas
09.34: Terji, Marnar og Helgi
09.36: Gunnar, Andrass og Finnur
09.38: Bogi, Magni og Hilmar
09.40: Pauli, Kristmund og Jónatan
09.42: Jákup Petur, Súsanna og Regin
Komin til Fuglafjarðar skuldu súkklararnir framvið Mentanarhúsinum og so niðan gjøgnum "Muntrabrekkuna" 🥵, fyri síðan at koyra útaftur úr býnum. Ein millumtíð bleiv tikin við Gjógvará í Fuglafirði ⏱️💪
Millumtíð umleið hálvvegis:
41.50: Pauli, Kristmund og Jónatan
42.15: Jákup Petur, Súsanna og Regin
44.42: Gunnar, Andrass og Finnur
45.00: Terji, Marnar og Helgi
45.30: Bogi, Magni og Hilmar
45.45: Jóanis Albert, Alfred og Niklas
54.00: Kostas, Steintóra og Sigrid
Sum sæst á tíðunum, so var sera tætt millum nr. 1 og 2, og so var aftur sera tætt frá nr. 3 til nr. 6, so her var framvegis stórur spenningur um plássini 😮
Og tað var eisini tætt, tá liðini komu á mál á Skála umleið hálvan annan tíma eftir at farið var avstað.
Endaligt úrslit:
1.24.06: Jákup Petur, Súsanna og Regin
1.24.14: Pauli, Kristmund og Jónatan
1.29.18: Terji, Marnar og Helgi
1.29.36: Gunnar, Andrass og Finnur
1.30.34: Bogi, Magni og Hilmar
1.31.45: Jóanis Albert, Alfred og Niklas
1.48.33: Kostas, Steintóra og Sigrid
So til endans vóru tað einans 8 sekund millum nr. 1 og 2. Og tað vóru einans tveir og ein hálvur minuttur millum nr. 3 og 6. Síðan var eitt glopp aftur til nr. 7, men innsatsur teirra var minst líka stórur, relativt, sum tann hjá restini, og tað er umráðandi at hava við her 👏🫶
Alt í alt ein sera góður morgun, har lagið var framúr. Nevnast kann, at tað er sera stuttligt at síggja, at aldurspennið er sera langt, tað eru jú nøkur ár ímillum Jónatan og onkrar av gomlu veteranunum. Eisini var sera gleðiligt at síggja, at vit høvdu bæði kyn á fleiri liðum. Vónandi fara vit at síggja fleiri kvinnur halda seg framat.
Troy takkar hjartaliga fyri undirtøku og góða huglagið. Vónandi síggjast vit aftur skjótt 🇫🇴🇬🇷❤️💙🫶
04/06/2026
Kriterium á Eystanstevnu :-)
Sum kunnugt er Eystanstevna á Eystara armi á Skálafjørðinum 12.-14. juni.
Fríggjakvøldið 12. juni kl. 20.00 skipa Troy og Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon fyri býarkoyring nr. 2, eftir væleydnaðu kappingina hjá Norðstrok og SST á Norðoyastevnu.
Sí link niðanfyri og fylgið við her, tá meir informatión kemur seinni.
Vónandi eru fleiri ið hava hug at royna seg, og annars vísa áhuga :-)
https://www.sst.fo/kalendari/crit-eystanstevna/?fbclid=IwY2xjawSOO-ZleHRuA2FlbQIxMQBicmlkETFGcFZGRU1oWUw2ejMzcm9wc3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHoOIIUhqIiF2HzTgh6ldzD0nJ2z6MsPWkTCvEMrvwrXkulANFPAia_5PnRxa_aem_XaAR4LwxVRqabFOWbC85Cw
SST kapping: Eystanstevna - kriteriumkapping 2 - sst.fo SST kapping: Eystanstevna – kriteriumkapping 2 Býarkoyring á Eystanstevnu 2026 Dato og stað: 12. juni – møta við Effo í Saltangará. Innskriving og kunning: Verður kl 19:30 og av tí at tíðtakingarskipan verður partur av kappingini skulu luttakandi møta til tíðina. Kappingin verður...
03/06/2026
Ein góður túrur í gjárskvøldið til tunnilsmunnan og Svínáir
Aftur í næstu viku :)
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Telefon
Internet side
Adresse
Skáli