Vága Fimleikafelag

Vága Fimleikafelag

Del

Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Vága Fimleikafelag, Gymnastiksal, Fimleikahøllin á Giljanesi, Sandavágur.

19/04/2026

Mikudagin 29. apríl kl. 19 verður ársaðalfundur hjá Vága Fimleikafelagi í høllini á Giljanesi.

Heitt verður á allar limir og øllum, ið hava áhugað, um at møta til aðalfundin, og á hendan hátt at geva sítt íkast og luttaka í arbeiðinum og fyrireikingunum til komandi fimleikaár.

Skrá sambart viðtøkum felagsins.

08/04/2026

Í Vága Fimleikafelag eru vit so heppin, at vit hava eina rúgvu av íðkarum. Tí tørvar okkum eisini fleiri venjarar og hjálparvenjarar til komandi fimleikaár. Um hetta kundi havt tykkara áhuga, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Siggu á tlf. 252033.

Tað er ikki neyðugt at hava royndir sum fimleikavenjari áður. Vit førleikamenna teg til uppgávuna. 😊

📸 : Krutl

Rútmukappingin 2026 - havnarfimleikafelag 09/03/2026

Leygardagin 7. mars var søguligur fyri Vága Fimleikafelag. Rútmuliðið hjá okkum var til fyrstu kappingina nakrantíð. Hetta varð sanniliga eitt stórt upplivilsi fyri okkara gentir, sum vóru so sera spentar og raskar, og sum enntá komu heim aftur við gullmedalju! 🥇
Myndir frá degnum síggjast niðanfyri.

Rútmukappingin 2026 - havnarfimleikafelag This gallery hosted by SmugMug; your photos look better here.

30/08/2025

So byrjar fimleikurin mánadagin! 😊

30/08/2025

Í komandi viku byrjar fimleikurin endiliga aftur! 🥳🤸‍♀️🤸

Fyrispurningur hevur verið eftir einum foreldur og barn-liði, umframt rútmulið til 4.-6. flokk.

• Foreldur og barn (1-3 ár) verður sunnumorgnar kl. 9:30-10:30.
• Tíðspunkt fyri 4.-6. flokkur rútma er ikki endaliga sett enn.

Send a message to learn more

20/08/2025

So er tilmeldingin til fimleikaárið 2025-26 latin upp! 🥳🥳

Venjingarnar byrja 1. september.

Limagjald á 300kr verður goldið via f***g (vága kommuna) ella á kontonr. 6460-6276913.

Vit gleða okkum at síggja allar fimleikararnar aftur! 🤸‍♀️🤸😊

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Sandavágur?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Telefon

Internet side

Adresse


Fimleikahøllin á Giljanesi
Sandavágur
360

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 16:00 - 17:00
Onsdag 16:00 - 17:00