Svimjifelagið FLOT

Svimjifelagið FLOT

Del

Svimjifelagið FLOT er eitt virkið svimjifelag, stovnað í 1984.

Endamálið er at skapa gleði og trivna gjøgnum svimjing, bæði sum ítrótt og sum lívsneyðugan førleika.

Svimjifelagið Flot selur fiskavørur frá Norðfra 02/09/2026

At fólki ynskir fisk, gongur sjón fyri søgn. Sølan gongur einastandandi væl, og enn er møguleiki at bíleggja!
Til og við 6. september selja vit fyrsta floks fiskavørur frá Norðfra. Tit bíleggja, og fáa alt koyrt til dyrnar.

Lættari verður tað ikki!

Svimjifelagið Flot selur fiskavørur frá Norðfra Vit eru heili 14 svimjarar úr Svimjifelagnum Flot, sum fara til Danmarkar til svimjikapping í novembur. 🏊🏻‍♂️🏊🏻‍♂️ Fyri at savna pening selja vit fyrstafloks fiskavørur frá Norðfra. 🐟🍤 Tú kann stuðla okkum við at bíleggja niðanfyri. Vit seta okkum so í samban...

Photos from Svimjifelagið FLOT's post 31/08/2026

Nýggj Flot-klæðir - 20% avsláttur!

Í morgin, týsdagin 1. sep, kl. 15.30-19.00 verður møguleiki at koma framvið og passa nýggju Flot-klæðini 🏊🏊

20% avsláttur verður av klæðunum hendan dagin - og heilt fram til mánadagin vikuna eftir. ⭐

Vit bjóða eisini ein kaffimunn og køku, so komi endiliga framvið í Tofta skúla, hyggi at nýggju klæðunum og fái eina hugnaliga løtu saman. ☕🍰

Vit gleða okkum at síggja tykkum! 💙

Svimjifelagið Flot selur fiskavørur frá Norðfra 31/08/2026

"At svimja sum fiskurin", verður stundum sagt. Tit hava verið ófør at stuðla, og vit eru komin væl yvir søluna, sum var seinast, vit seldu fisk. Av hjarta takk fyri stuðulin!

Vit selja hesa vikuna afturat, fram til 6. september. Vøran verður koyrd tær til dyrnar 9. september.

Lættari verður tað ikki!

Svimjifelagið Flot selur fiskavørur frá Norðfra Vit eru heili 14 svimjarar úr Svimjifelagnum Flot, sum fara til Danmarkar til svimjikapping í novembur. 🏊🏻‍♂️🏊🏻‍♂️ Fyri at savna pening selja vit fyrstafloks fiskavørur frá Norðfra. 🐟🍤 Tú kann stuðla okkum við at bíleggja niðanfyri. Vit seta okkum so í samban...

Svimjifelagið Flot selur fiskavørur frá Norðfra 26/08/2026

**Svimjifelagið Flot selur fiskavørur frá Norðfra**

Vit eru heili 14 svimjarar úr Svimjifelagnum Flot, sum fara til Danmarkar til svimjikapping í novembur. 🏊🏻‍♂️🏊🏻‍♂️

Fyri at savna pening selja vit fyrstafloks fiskavørur frá Norðfra. 🐟🍤

Tú kann stuðla okkum við at bíleggja niðanfyri. Vit seta okkum so í samband við teg í samband við gjalding.

Bíleggjast skal áðrenn 6. sep. Vøran verður koyrd tær til dyrnar 9. sep, og vit seta okkum í samband við teg áðrenn vit koma. 🚗🐟

Lættari verður tað ikki! 🤩

https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLScAJ0FjKTbcjQdRC7Z06kmXqqgm0YWph3WrM-QzwYSRxbyGNg/viewform?usp=dialog

**Lutakast!**
Tit eru vælkomin at viðmerkja ein vin og tit kunnu vinna ein fiskapakka hvør.
Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul! 🏊🏻‍♂️ 🏊🏻‍♂️

Svimjifelagið Flot selur fiskavørur frá Norðfra Vit eru heili 14 svimjarar úr Svimjifelagnum Flot, sum fara til Danmarkar til svimjikapping í novembur. 🏊🏻‍♂️🏊🏻‍♂️ Fyri at savna pening selja vit fyrstafloks fiskavørur frá Norðfra. 🐟🍤 Tú kann stuðla okkum við at bíleggja niðanfyri. Vit seta okkum so í samban...

25/08/2026

Svimjiárið fór av bakkastokki í dag við heili 168 børnum og vaksnum - og fleiri tóku síni fyrstu tøk!

Eftir drúgvar fyrireikingar, venjarafundir og tilrættalegging av svimjiárinum høvdu vit herfyri ein væleydnaðan tilmeldingardag. Undirtøkan er einastandandi, bæði frá venjarum og svimjarum, og hetta eru vit sera glað, stolt og takksom fyri.

Í dag vóru so ársins fyrstu venjingar. 168 børn og vaksin fingu fyrstu metrarnar afturum, so grundarlagið er sera gott fyri einum góðum svimjiári.

Tað var hugaligt at síggja gleðina í svimjihylinum og hvussu væl bæði nýggir og royndir svimjarar komu í gongd.

Venjingartíðirnar síggjast í viðmerkingunum.

24/08/2026

Heyhey
Nú skuldu tit øll, sum hava melda til venjing hjá Svimjifelagnum Flot, havt fingið sms um venjingartíðir❤️
Tey flestu skulu byrja at venja í morgin 25/8😀
Set teg í samband við okkum, um okkurt er at spyrja um❤️
Síggjast
Súsanna Debes
Tlf 263620

16/08/2026

Heyhey

Vit ætla at byrja at venja aftur 24/8.

Vit koma við venjingartíðum í vikuni.

Eins og undanfarin ár fara vit at tillaga venjingartíðirnar hjá hvørjum einstøkum soleiðis at tað, so gott sum møguligt passar til tað børnini annars venja❤️ Vit hoyrast í vikuni❤️

10/08/2026
Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Saltangará?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Internet side

Adresse


Gerðisvegur 24
Saltangará
600