30/08/2026
🏸 Venjingartíðir hjá KBF 🏸
Her eru venjingartíðirnar hjá KBF fyri komandi tíðina Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur í høllini! 💙
📌 Hav tó í huga, at venjingartíðirnar kunnu broytast.
Fylg tí við á Holdsport fyri nýggjastu kunningina og møguligar broytingar í venjingunum.
Enn eru nýggir limir sjálvandi vælkomnir at melda seg til og gerast partur av góða felagsskapinum hjá KBF. 🏸
Vit síggjast í høllini! 🙌
26/08/2026
Takk fyri ein ordiliga hugnaligan tilmeldingardag.
Til tykkum sum ikki náddu at koma oman í Badmintonhøllina í dag, tit eru vælkomin at melda tykkum til á holdsportsíðuni hjá okkum
https://www.holdsport.net/klub/klaksvikar-badmintonfelag/hold/tilmelding
Um tit hava trupulleikar við at melda til so eru tit meira enn vælkomin at skriva til okkum.
24/08/2026
🏸Kom og melda teg til Badminton! 🏸
Hevur tú hug at royna badminton, ella ert tú klár/klárur til eitt nýtt kappingarár? 😊
Í ár byrjar KBF at brúka Holdsport, tilmeldingin opnar 26. August
Klaksvíkar Badmintonfelag (KBF) bjóðar øllum vælkomnum til tilmeldingardag í Badmintonhøllini, Her kunnu tit fáa hjálp til at fáa Holdsport sett upp hjá bæði foreldrum og børnum.
📅 Nær: 26 August
🕓 Klokkan: 16:30 – 18:00
📍Stað: Badmintonhøllin.
Vit hava sett øll netini upp, so tit kunnu sláa nakrar bóltar, og hugna tykkum saman.
Venjingartíðir inntil 1 oktobur liggja inniá Holdsport, og síggjast eisini inniá heimasíðuni:
https://www.holdsport.net/klub/klaksvikar-badmintonfelag
Tað er ikki komi heilt uppá pláss at fáa venjarar til Hold 3 og 4 so venjingartíðirnar kunnu broytast.
👉Tak ein vin við og kom framvið til ein dyst. Vit gleða okkum at síggja bæði nýggj og kend andlit! 🏸😁
Vælkomin til Klaksvíkar Badmintonfelag. - Klaksvíkar Badmintonfelag