Klaksvíkar Róðrarfelag

Klaksvíkar Róðrarfelag

Del

Endamál felagsins er at geva fólki møguleika at rógva kapp, menna og vekja áhugan fyri kappróðri.

Photos from Klaksvíkar Róðrarfelag's post 22/08/2026

Góðan Sjómannadag 2026⚓️

Dýrdarveður og gott lag - vit eru klár til góðan bryggjudans í kvøld💃⚓️🕺

Dyrnar lata upp kl. 21. Dansurin byrjar kl. 22. Góður tónleikur, ókeypis suppa og barrin verður opin. Atgongumerki á 250 kr kunnu keypast á visitnorth.fo og við dyrnar🎶

21/08/2026

Vit gera klárt til bryggjudans í annaðkvøld🕺💃⚓️

Dyrnar lata upp kl. 21. Dansurin byrjar kl. 22. Góður tónleikur, ókeypis suppa og barrin verður opin.

Atgongumerki á 250 kr kunnu keypast á visitnorth.fo og við dyrnar🎼

Photos from Klaksvíkar Róðrarfelag's post 18/08/2026

KVINNURNAR Í FÍPUNI FØGRU🫶

Fullkomiliga suverenar! Tøkk fyri serstakligu vøkru og væl avgreiddu róðrarnir í 2026. Og hjartaliga til lukku við Útvarpssteypinum OG Kolturssteypinum🇫🇴🇫🇴

Útvarpssteypið hevur sína drúgva søgu, men Kolturssteypið vita vit lítið um, annað enn, at í 2005 vórðu bæði steypini eisini vunnin norður til Klaksvíkar. Tá var tað Nevið Reyða, sum hálaði tey norður um Klakk.

Fípan Fagra hevur vunnið Útvarpssteypið fýra ferðir - í 1966, 1967, 2022 og 2026.

Hesi hava vunnið Útvarpssteypið millum ár og dag:

1962 Ørvur
1963 Tjaldrið
1964 Sølmundur
1965 Norðingur
1966 Fípan Fagra
1967 Fípan Fagra
1968 Sílið
1969 Kvívíkingur
1970 Skálabáturin
1971 Skálabáturin
1972 Víkabáturin
1974 Eingin vinnari
1975 Havnarbáturin
1976 Kollfirðingur
1977 Oyndri
1978 Hvessingur
1979 Kvívíkingur
1980 Sílið
1981 Kvíkvíkingur
1982 Gongurólvur
1983 Smyril
1984 Vestmenningur
1985 Nólsoyingur
1986 Ørvur
1987 Ørvur
1988 Miðvingur
1989 Nólsoyingur
1990 Sølmundur
1991 Jarnbardur
1992 Sílið
1993 Skálabáturin
1994 Argjabáturin
1995 Argjabáturin
1996 Sílið
1997 Drekin
1998 Eysturoyingur
1999 Jarnbardur
2000 Frúgvin
2001 Havnarbáturin
2002 Sílið
2003 Ørvur
2004 Jarnbardur
2005 Nevið Reyða
2006 Ørnin
2007 Jarnbardur
2008 Sílið
2009 Argjabáturin
2010 Páll Fangi
2011 Klaksvíkingur
2012 Miðvingur
2013 Erla Kongsdóttir
2014 Drekin Reyði
2015 Rádni
2016 Firvaldur
2017 Firvaldur
2018 Sølmundur
2019 Erla Kongsdóttir
2020 Ormurin Langi
2021 Klaksvíkingur
2022 Fípan Fagra
2023 Jarnbardur
2024 Tórsbáturin
2025 Ørvur
2026 Fípan Fagra

Myndir: Jan Herman Hansen, Oliver Joensen og privat.

05/08/2026

Avbera góð KRF-veitsla í gjár. Takk fyri ‘26♥️

28/07/2026

GÓÐA ÓLAVSØKU🇫🇴🇫🇴🇫🇴

Seinastu tøkini eru tikin og okkara manningar hava vunnið 3 FM norður til Klaksvíkar og fleiri onnur góð avrik afturat!!

Kvinnurnar í Fípuni hava verið suverenar frá degi eitt og tað vildi verið undarligt, um teirra avrik ikki rakk til Útvarpssteypið ella Niclas í Koltri-steypið 2026. TÆR VUNNU BÆÐI. Hjartaliga til lukku við FM og takk fyri avbera vøkru róðrarnir í 2026🏆🏆🏆

Fípudreingirnar lótu ongan iva verða um teirra styrki í kappróðrarbátinum, og hava hesir dreingir aftur í ár vunnið eitt FM norður til Klaksvíkar. Hjartaliga til lukku Fípudreingir🫡🏆

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vit fingið eitt fyrstapláss hjá barnaróðri gentum. Hjartaliga til lukku ísprinsessurnar á TEKLU🍦🏆

Fleiri onnur góð avrik eru eftir kappróðrarárið 2026 og vit takka øllum okkara manningum fyri góðar løtur og ídni. Hugni tykkum nú á ólavsøku🥳

Soleiðis gjørdist FM-støðan 2026:

Klaksvíkingur:🥉
Fípan Fagra, kvinnur: 🥇
Fípan Fagra, dreingir 17-18 ár: 🥇
Páll Fangi, masters kv.:🥈
Tekla, gentur 17-18 ár:🥉
Sævarmoy, dreingir 14-16 ár: 5
Tekla, barnaróður gentur: 🥇
Fípan Fagra, barnaróður dreingir:🥉
Sævarmoy, barnaróður dreingir: 7
Tekla, barnaróður dreingir: 13

Páll Fangi kvinnur, Páll Fangi menn og Nevið Reyða hava luttikið á einkultum stevnum.

Síggjast á Bursatanga í 2027♥️

27/07/2026

Síggjast á Bursatanga í morgin🇫🇴🇫🇴🇫🇴

Koyr á KRF♥️

25/07/2026

Tann í miðjuni er farin aftur til Belgia at venja í sínum “eight-mens sculler”🤩. Hann tippaði Fípudreingirnir at vinna FM26+ólavsøkuna💪🏆🇫🇴

23/07/2026

Hjartaliga til lukku Per Jacobsen, Rannvá Joensen og Sirid Bjartalíð.

Og ein ♥️ tøkk til tykkum øll, sum stuðlaðu okkara manningum í gjár.

Photos from Klaksvíkar Róðrarfelag's post 22/07/2026

TAKK FYRI GÓÐAN STUÐUL Í DAG♥️

Til kl. 17 í morgin (23. juli) ber til at stuðla og verða við í dráttinum um 3 fantastiskir vinningar🙌

- Gávubræv frá Atlantic Airways, virði 3.000,-✈️☀️
- Gávubræv frá KG, virði 1.500,-🌟🌟
- Hondbundnar hosur til føroyska mannfólkabúnan frá Ellu Heinesen, virði 1.200,-🇫🇴🇫🇴

Stuðla her: https://krf.atgongumerki.fo/webshop/event/3623398/order/main ella við vanligari flyting á stuðulskontu 9865 1029961.

Vinnararnir fáa beinleiðis boð frá okkum í morgin (23. juli) kl. 17. Drigið verður fyri hvørjar 100,-.

Stóra tøkk.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Klaksvík?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Telefon

Internet side

Adresse


Biskupstorg 4
Klaksvík
FO-700