Stjørnan Hondbóltsfelagið

Stjørnan Hondbóltsfelagið

Del

felag fyri øll hondbólts áhugaði

24/08/2026

🌟SO BYRJA VIT 🌟

Endiliga fer hondbólturin í gongd aftur

Eftir eina langa summarferiu verður nú aftur lív, spæligleði og nógvir hondbóltar at síggja í KÍ-høllini. Barna- og ungdómshondbólturin hjá Stjørnuni fer nú av álvara í gongd aftur.

Venjararnir eru klárir, bóltarnir eru pumpaðir, og vit gleða okkum at taka ímóti bæði gomlum og nýggjum leikarum. Í Stjørnuni hava vit lið fyri fleiri aldursbólkar – frá teimum allarminstu í Trille Trolle og upp til G16.

Fyri G6 og Trille Trolle verður byrjað í viku 38.

Hjá okkum snýr hondbóltur seg ikki bara um úrslit. Børnini skulu hava tað stuttligt, menna seg sum hondbóltsleikarar og gerast partur av einum góðum og tryggum felagsskapi. Vit leggja stóran dent á, at øll skulu kenna seg vælkomin – bæði tey, sum hava spælt leingi, og tey, sum hava hug at royna hondbólt fyri fyrstu ferð.

– Tað er altíð ein serlig løta, tá barna- og ungdómsvenjingarnar byrja aftur. Vit gleða okkum at síggja høllina fulla av spentum børnum, spæligleði og góðum samanhaldi.

Stjørnan bjóðar øllum børnum, sum hava hug at royna hondbólt, hjartaliga vælkomnum. Tað krevst eingin roynd frammanundan – tað týdningarmesta er hugurin at spæla, røra seg og vera saman við øðrum.

Nærri kunning um venjingartíðir og aldursbólkar fæst á Facebook-síðuni hjá Stjørnuni.

Vit gleða okkum til eitt nýtt og spennandi hondbóltsár – endiliga fara vit í gongd!

07/08/2026

Vit hava kiosk á Summar Festivalinum! Kom og keyp frá Paulu og Marko 🌼🌼

10/06/2026
04/06/2026

🔴⭐ STJØRNAN STYRKIR VENJARATOYMIÐ ⭐🔴

Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Marko Brezic vælkomnum til Stjørnuna.

Marko hevur drúgvar royndir innan hondbólt á hægsta stigi og kemur til felagið við einari sera sterkari og fjølbroyttari venjarabakgrund. Hann hevur EHF Pro Master Coach Licence, sum er hægsta venjaraútbúgvingin hjá Evropeiska Hondbóltssambandinum.

Gjøgnum meira enn 35 ár sum venjari hevur Marko arbeitt við bæði ungdóms- og vaksnamannadeildum í fleiri londum, millum annað í Kroatia, USA, Qatar, Noregi, Italia, Týsklandi, Finnlandi, Póllandi og Eysturríki. Hann hevur eisini havt uppgávur innan landsliðshondbólt, har hann millum annað hevur verið høvuðsvenjari hjá amerikanska kvinnulandsliðnum.

Seinastu árini hevur Marko verið partur av venjaratoyminum hjá Podravka Vegeta, sum hevur vunnið kroatisku meistaraheitini og steypakappingina, samstundis sum felagið hevur luttikið í bæði EHF European League og EHF Champions League.

Í Stjørnuni fer Marko at hava høvuðsábyrgdina av barnavenjingunum, har hann skal vera við til at menna okkara yngstu leikarar og styrkja grundarlagið undir framtíðararbeiðinum í felagnum. Harumframt verður hann hjálparvenjari hjá SMS-kvinnunum, har hansara stóra vitan og altjóða royndir fara at verða ein týðandi styrki fyri liðið.

Vit eru sera fegin um at hava fingið ein so royndan venjara til felagið og gleða okkum til samstarvið.

Hjartaliga vælkomin til Stjørnuna, Marko! 🔴⭐

27/05/2026

Árligi aðalfundurin hjá Stjørnuni verður í annaðkvøld, hóskvøldi, klokkan 18:30. Fundurin verður í Bláustovu í KÍ høllini. Inngongdin verður í norðurendanum í KÍ høllini.

07/05/2026

Stjørnan ynskir Kyndli hjartaliga til lukku við Føroyameistaraheitinum ⭐️

03/05/2026

⭐️ Brynja ⭐️

Vit eru fegin um kunngera at Brynja Høj heldur áfram í Stjørnuni. Royndi strikuspælarin kom til okkara í desembur í fjør - og hevur hon styrkt hópin munandi.

Brynja sigur sjálv, at hon er spent til komandi kappingarár, og sær hon møguleikar fyri at Stjørnan kann gerast ein størri avbjóðari til ovaru plássini í SMS kappingini - av tí at hópurin er væl breiðari komandi kappingarár.

01/05/2026

Stjørnan við á luksusloppum í morgin, í Badmintonhøllini frá klokkan 11 til 17 - har vit millum annað selja kaffi, thé, vaflur o.a gott.

Eisini selja vit lutaseðlar har mann kann vinna hesa kurvina, kjøt, rækjur ella sodavatn

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Klaksvík?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


Kí/høllin
Klaksvík
700

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 13:30 - 17:00
Tirsdag 09:00 - 17:00
Onsdag 13:30 - 17:00
Torsdag 09:00 - 17:00
Fredag 13:30 - 17:00