Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Del

This is the official page of The Faroese Handball Federation. This is the official page of The Faroese Handball Federation

Føroyar skulu royna seg móti Danmark og Noreg undan EM-endaspælinum 02/09/2026

Fyrireikingar á hægsta stigi 🇫🇴

Føroyar skulu royna seg móti Danmark og Noreg undan EM-endaspælinum Føroysku kvinnurnar skulu til Noregs síðst í november, har stórar avbjóðingar bíða í Golden League-kappingini: Fyrst verða norsku evropa- og heimsmeistararnir á heimavølli sínum, sum Føroyar ikki hava roynt seg ímóti áður

01/09/2026

Kvinnulandsliðið úttikið

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)
Gylta Djurhuus á Neystabø, Skuru IK (SWE)

Bakkar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Buducnost (MNE)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Lukka Arge, H71
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Inga Maria Roysdóttir, Stjarnan (ISL)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Sára Berg á Lag, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

Eftir hesa samlingina skal liðið spæla tveir venjingardystir móti Eysturríki í oktober, í Eysturríki. Hesir dystirnir verða hósdagin 22. oktober og leygardagin 24. oktober. Tveir venjingardystir eru eisini á skrá í november áðrenn EM-endaspælið. Hesi verða leiktir í Noreg móti ávikavist Noreg, hósdagin 26. november, og Danmark, leygardagin 28. november. Fyrsti dystur hjá Føroyum í EM-endaspælinum er leygardagin 5. desmber kl. 19.30 móti Ukraina.

Photos from Hondbóltssamband Føroya's post 30/08/2026

H71 sýndu bæði breidd og styrki og settu seg á dystin frá byrjan og vunnu Lionsbikarið 2026 hjá monnum. H71 vunnu 37-29 móti Kyndli, eftir hálvleiksstøðuna 18-8 til H71.

Dómaraseðil her:
https://files.hsf.fo/matches/reports/A3TVo3T6R5FY3Czz855d.pdf

Photos from Hondbóltssamband Føroya's post 30/08/2026

VÍF hava vunnið Lionsbikarið 2026 hjá kvinnum. VÍF vann ein greiðan 34-20 sigur móti unga kyndilsliðnum. Hálvleiksstøðan var 14-11 til VÍF.

Dysturin gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men sýndu VÍF í seinna hálvleiki, at tær høvdu fleiri streingir at spæla uppá.

Dómaraseðil her:
https://files.hsf.fo/matches/reports/Hw7vicLZSKchklxyDI6L.pdf

Photos from Hondbóltssamband Føroya's post 30/08/2026

Dómarafyrireikingar
Tað stundar til kappingarbyrjan í Burn og SMS kappingin. Feløgini fyrireika seg við fullari ferð og tað gera dómararnir eisini hetta vikuskiftið.

Hetta vikuskiftið hevur verið dómaraskeið og uppstartur saman við Martin Lykke, dómarainstruktøri hjá Dansk Håndbold. Dómararnir hava m.a. tikið reglutest, viðgjørt reglutulkingar og dystarstøður.

Leygardagin vóru venjararnir í fremstu deildunum eisini saman við dómarunum, har dystarstøður og tulkingarnar vóru gjøgnumgingnar.

Photos from Hondbóltssamband Føroya's post 30/08/2026

Kappingarárið 2026/27 byrjar við Lionsdystunum í dag. Dystirnir verða leiktir í Høllini á Hálsi.

KL. 16.00 Kvinnur: Kyndil - VÍF
kl. 18.00 menn: Kyndil - H71

Dystirnir verða stroymdir á portal.fo.

29/08/2026

Kappingarárið 2026/27 byrjar sunnudagin við dystunum um Lionsbikarið. Síggjast í høllini!

28/08/2026

Høgni og Andrias nú EHF-dómarar

Føroyar hevur nú aftur eitt altjóða dómarapar í hondbólti. Brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard eru nú góðkendir at døma dystir á hægsta altjóða stigi í Evropa.

Høgni og Andrias hava luttikið í Young Referees Programme hjá EHF í nøkur ár, har teir m.a. hava dømt í European Open, Youth Champions League og U20 EHF Championship. Teir hava nú staðið allar royndir, bæði skrivligar og kropsligar, og hava prógvað seg nóg væl á vøllinum til at fáa góðkenning. Hetta merkir at teir væntandi fáa altjóða dystir í Evropa komandi kappingarár.

27/08/2026
Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Hoyvík?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Telefon

Internet side

Adresse


Atlagøta 1
Hoyvík
188