Barnafysioterapi

Barnafysioterapi

Del

Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Barnafysioterapi, Sport og fritid, Niels Finsens gøta 18, Tórshavn.

Vælkomin til Barnafysioterapi �

• Durita Reinert
• Fysioterapeutur síðan 2016
• Servitan innan pinkubørn, børn og ung við diagnosum, ung við skoliosu, børn og ung við angist, strongd og skúlaatran og mangt annað.
• Niels Finsensgøta 18, 100 Tórshavn

19/08/2026

Motorik Mikudagur

Í staðin fyri at koyra í ruskílætið, kann mann gera tað til eitt spæl. Um mann t.d hevur staniol við í matpakkanum, kann mann krúlla hetta saman og royna at raka í ruskílætið.

15/08/2026

✨Sitistøðan✨

Hvussu skal barnið sita?
• 90 gradir í knøunum
• Føturnar skulu hvíla á onkrum, og ikki hanga leysar
• Rygglenið skal koma nóg høgt upp, so barnið kann lena seg og hvíla ryggin.

Eftir at hava verið burturstødd í knappar tvær vikur, sá eg, at sitistøðan hjá lítlu ikki var nummar 1. So eftir morgunmatin fiksaðu vit hetta (tí eru vit so pjuskutar báðar 🤭).

09/08/2026

Nýggj lið 📣

So byrja vit aftur! 25. August byrjar Barnamotorikkur aftur 🤍

Tilmelding:
Send teldupost til [email protected] og skriva;
1. Navn á foreldur
2. Navn á barni
3. Føðidato
4. Telefonnummar

Prísurin er 500kr fyri 4 vikur ❣️

GG! Plássið er fyrst tryggjað, tá tu hevur goldið fyri skeiðið. (Hetta fært tú kunning um, tá tú meldar til á [email protected]).

05/08/2026

Motorik Mikudagur

Tað er umráðandi, at barnið dugur at leggja vektina á høgra og vinstra arm.

Hevur tú eitt barn, ið hevur vektina á einum armi meginpartin av tíðini, er hetta eitt gott hugskot at venja. 💪🏼

28/07/2026

Motorik Týsdagur 🇫🇴

Av tí, at Ólavsøkan byrjar týsdag, so framskunda vit Motorik Mikudag ein dag.
Hetta er okkara Ólavsøku taska hvørt ár. Vit hava altíð nokk av snacks og leikum við, so vit ikki skulu standa i kø til ymiskt og børnini altíð kunnu undirhaldast 🤍

Góða Ólavsøku 🇫🇴

22/07/2026

Motorik Mikudagur ⛰️

Ein túr í haganum gevur nógv meira enn nakað spælipláss í heiminum 🤍 -bæði hjá børnunum og vaksnum 💪🏼

Vit styrkja vøddarnar, vit venja konditiónina, og stimbra so at siga allar sansirnar.

Vita um tit klára at kroysta ein fjallatúr inn í summarferiuna. 🥰

15/07/2026

Motorik Mikudagur

Summarið er komið, og tað merkir; at vit ganga nógv berføtt 🦶🏼

Hetta styrkir vøddarnar í øklunum, stimbrar følisansin og vødda-lið sansin 💪🏼

09/07/2026

S U M M A R F E R I A

So eri eg farin í summarferiu ☀️

Hetta merkir, at eg ikki eri á klinikkini, og tað tekur eitt sindur longri hjá mær, at svara tykkara boðum.

Motorik Mikudagur er tó ikki farin í summarferiu, so tit sleppa ikki heilt undan mær ☺️

Gott summar 🤩😎

08/07/2026

Motorik Mikudagur 🪶

Kenna tit ella kanska foreldur/ommur/abbar hetta spælið?

Super simpult, lætt og mennandi 💪🏼

Finnur tú ein fjøður, tak hann við heim, vaksa hann og 3,2,1 GO! So er eitt simpult spæl klárt til summarið ♥️

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Telefon

Internet side

Adresse


Niels Finsens Gøta 18
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 13:00 - 15:30
Tirsdag 08:00 - 15:30
Onsdag 09:00 - 13:00
Torsdag 08:00 - 15:30
Fredag 08:00 - 15:30