27/08/2026
Síggjast í kvøld👏💪
Hósvíkar Róðrarfelag varð stovnað í 1974. Felagið eigur fýra kappróðrarbátar.
27/08/2026
Síggjast í kvøld👏💪
25/08/2026
Síggjast 👏💙💙
18/08/2026
🚣 Vit byrja at venja aftur! 💪
Nú byrjar venjingin aftur hjá Hósvíkar Róðrarfelag, og vit gleða okkum at koma í gongd!
🔥 Burn róður byrjar 3. oktober 🔥
Týsdag Kl. 17:00–18:00 (byrjar 25/8)
• Barnaróður – 5.–7. flokkur (Fødd 2015–2013)
• Gentur yngri – 14–16 ár (Fødd 2012–2011)
• Dreingir yngri – 14–16 ár (Fødd 2012–2011)
Hósdag Kl. 17:00–18:00 (byrjar 20/8)
• Gentur eldri – 17–18 ár (Fødd 2010–2009)
• Dreingir eldri – 17–18 ár (Fødd 2010–2009)
• Øll vaksin 18+
Bæði nýggj og roynd eru hjartaliga vælkomin! 🙌
So hevur tú hug at royna inniróður ella bara koma í góða venjing saman við øðrum, so er bara at møta upp.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur! 💙🖤
Hósvíkar Róðrarfelag
11/08/2026
08/08/2026
VINNARIN AV NAVNAKAPPINGINI ER FUNNIN! 🤩💙🖤
Í samband við at vit fingu nýtt 5-mannafar fyrr i ár, hava vit havt eina navnakapping. 🛶
Túsund takk fyri øll tey mongu kreativu og spennandi navnauppskotini, sum vit hava fingið. Tað hevur verið stuttligt at síggja, hvussu nógv góð hugskot komu inn! 🙌💙
Eftir at hava lisið og mett um øll uppskotini, er vinnarin funnin og bátarnir eita nú soleiðis:
5-mannaførini:
Falkur
Heykur
Vákur
6-mannaførini:
Hósvíkingur
Toftafossur
Við uppskotinum fylgdi hendan grundgevingin:
“Tað hevði verið natúrligt, at tey trý 5-mannaførini itu Heykur, Falkur og Vákur, tí hesi nøvnini hoyra náttúrliga saman sum føroysk rovfuglanøvn. Tey umboða ferð, dirvi og styrki, og geva teimum trimum bátunum ein greiðan og sterkan felags samleika.
Til 6-mannaførini hóska Hósvíkingur og Toftafossur væl, tí bæði nøvnini hava sterkt tilknýti til Hósvík. Tey flestu kenna Hósvík fyri okkara neyst og/ella okkara vakra foss, og tað gevur góða meining at seta tey tingini saman. Av tí fáa 6-mannaførini sín egna staðbundna samleika, meðan 5-mannaførini varðveita samanhangandi rovfuglarøðina.“
Vit ynskja Anna Olsen hjartaliga tillukku við vinninginum🎉
💙🖤
04/08/2026
Bert 3 dagar til summarfestivalin, og vit mangla enn at dekka nakrar vaktir!
Skemaði er eitt sindur broytt til SF, har vaktirnar eru deildar í 5 tímar hvør. Ein vakt gevur eitt dagsarmband, meðan tvær vaktir geva eitt vikuskiftisarmband.
Sendi okkum eini boð um tit fáa hjálpt🥳
G.G til barrinar, er aldurmarkið 18. ár !
Øll inntøka fer til bygging av nýggjum neystið!🤩
27/07/2026
🖤Morgunmatur á Ólavsøku! 💙
Áðrenn kappróðurin fer í gongd, vilja vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til morgunmat saman við okkum.
📅 Týsdagin 28. juli
🕘 frá kl.10
📍 í róðrarneystinum
Kom og byrja Ólavsøkuna við góðum mati, einum drekkamunni og hugnaligum práti, áðrenn vit fara til havnar at heppa á okkara rógvarar.🤩
Vit gleða okkum at síggja tykkum og ynskja øllum eina góða Ólavsøku! 🚣🖤💙