01/09/2026
AVTALA UNDIRSKRIVAÐ
So fara vit undir at fríðka um økið uttan um skótahúsið í Fuglafirði - tað verður spennandi!
Garður skal stoypast og túnið skal slættast og planerast av nýggjum til virksemi og spæl. Eisini fara vit at fáa eina stóra grasplenu, har vit m.a. kunnu læra at seta upp tjøld.
Stórir klettar vera settir í túnið at klintra á 🪨🪨🪨
Í vár fara vit at planta trø og runnar og eisini fara vit at fáa eitt nýtt grill- og bálpláss 🌳🪵🔥
Vónandi fara skótar og onnur at fáa stóra gleði av nýggja spælihavanum 😊
Spf. Form úr Leirvík stendur fyri fyrsta partinum av arbeiðinum.