ÍF

ÍF

Del

ÍF er stovnað 25. mars 1946. ÍF stendur fyri Ítróttarfelag Fuglafjarðar og er fótbóltsfelagið í Fuglafirði.

29/08/2026

Dystardagur 🔥⚽️

🏆 1. Deild, menn
🆚 EB/Streymur
⏰ kl. 12:00
🏟️ Í Hólmanum, Eiði

28/08/2026

Kvinnurnar vunnu 3-2 í kvøld móti 07 Vestur 🤩

Sostatt er fyrsti dystur á nýggja graslíkinum vunnin.

Til lukku, kvinnur!
Koyrið á víðari 💪

28/08/2026

Komið ein túr, nú kvinnurnar dystast á nýggja vøllinum 🤩
Hetta er sostatt fyrsti dystur á nýggja graslíkinum 💪⚽️

🏆 Meistaradeildin, niðara endaspæl, kvinnur
🆚 07 Vestur
⏰ fríggjadagur, 28. august, kl. 18:30
🏟️ Fløtugerði

25/08/2026

Aðalfundur verður mikukvøldið! Vilt tú hava ávirkan ella hevur tú bara hug til ein hugnaligt prát? Kom so framvið 🤩

Boðað verður til aðalfund.
ÍF fótbóltur hevur aðalfund mikukvøldið 26. aug. kl. 19.00 í ÍF-húsinum.

Skrá sambært viðtøkum felagsins:
1. Val av fundarstjóra
2. Val av skrivara
3. Val av starvsnevnd við tiltakslimum
4. Val av ungdómsnevnd við tiltakslimum
5. Ymiskt

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi sunnukvøldið 23. august og skulu sendast til [email protected]

Ein dussur verður sjálvandi at fáa ☕️

Møtið fjølment ⚽️

25/08/2026

Børn og vaksin hugna sær á nýggja teppinum😊🔴⚪️

24/08/2026

Vit takka Víkingi fyri teirra vælvild, nú vit hava fingið loyvi at lána teirra vallir til venjingar og heimadystir, meðan vallarskiftið her í Fuglafirði er farið fram 😁

Stóra tøkk fyri gott samstarv og góða hjálp! ⚽️🩵❤️⚽️

22/08/2026

Kaffi og te verður at fáa í hálvleikinum í niðastu hædd í Víkingahúsinum ☕️ Koyrið á, ÍF 🤩

22/08/2026

Góða eydnu til Emmu og Eleonoru, sum byrja inni í morgun 🥰
Koyrið á 💪💪

21/08/2026

Nú nærkast til nýggi vøllurin er klárur! Tó mugu vit góðtaka, at tað ikki er klárt at spæla heimadystir hetta vikuskiftið! 🙂

Dystardagar hjá okkara fremsta mansliði og okkara fremsta kvinnuliði hetta vikuskiftið 🔥⚽️

🏆 1. Deild, menn
🆚 B36
⏰ leygardagur, 22. august, kl. 15:00
🏟️ Sarpugerði, Norðragøta

🏆 Minna steypakapping, kvinnur
🆚 Skála ÍF
⏰ sunnudagur, 23. august, kl. 14:00
🏟️ undir Mýruhjalla, Skála

Photos from ÍF's post 20/08/2026

Miðjan Juli andaðist landskendi málfrøðingurin, Jógvan í Lon Jacobsen, sum fuglfirðingar best kenna sum ein gjógvarádrong.
Vit hava funnið fram úr leikskránni frá 2007, tá hann svarar nøkrum spurningum.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Fuglafjørður?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Type

Internet side

Adresse


Fløtugerði
Fuglafjørður
530