Kurvabóltsfelagið Hamar

Kurvabóltsfelagið Hamar

Del

Kurvabóltsfelagið Hamar varð stovnað 10. august 1996. Felagið heldur til í ítróttarhøllini á Argjahamri og hevur kurvabóltsvenjingar fyri ung og vaksin.

Verið hjartans vælkomin!

26/08/2026

🇫🇴Hamar hevur enn eina felagsvenjing í morgin fyri menn og kvinnur kl. 19-21 í skúlanum á Argjahamri🏀
Síggjast!💚

Øll eru hjartaliga vælkomin, roynd sum óroynd!💚

🇬🇧Hamar has another joint training session tomorrow for men and women, from 7–9 PM at Skúlin á Argjahamri. 🏀
See you there! 💚

Everyone is welcome!💚

24/08/2026

🏀💚Hey øll somul💚🏀 (English further down)
Nú er summarfrítíðin av, og tað vil siga, at nú byrja venjingarnar aftur!🤩
Vit byrja við einari felags venjing í morgin kl 19-21.
Vit venja í Skúlanum á Argjahamri🏫
Øll eru hjartaliga vælkomin at koma við - roynd sum óroynd!💚
Síggjast!🔥💪

🏀💚Hey everyone!💚🏀
Summer break is over, which means that training starts again now!🤩
We will start with training tomorrow 7-9pm men and women together.
We train at Skúlin á Argjahamri (Argjahamri School)🏫
Everyone is warmly welcome to join us — whether you have experience or are a complete beginner!💚
See you!🔥💪

20/08/2026

Ađalfundur ℹ️

Kurvabóltsfelagið Hamar vil herviđ bođa frá ađalfundi. Hóskvøldið 3. september kl. 18.00.

Fundurin verur í hølunum hjá ÍSF - Eystara Bryggja 30, ovasta hædd.
Skrá í samband viđ lóg felagsins
Mál, ið skulu vera viðgjørd á ársaðalfundinum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2 dagar áðrenn fundin,

Hamar💚

28/07/2026

Kurvabóltsfelagið Hamar ynskir øllum eina góða ólavsøku💚🇫🇴

26/04/2026

Okkara sera røsku dreingir vunnu sær eina gull medalju í kapping á Argjahamri í dag💚🥇Hjartaliga tillukku 🏀💚

Photos from Kurvabóltsfelagið Hamar's post 20/04/2026

Í vikuskiftinum spældu menninir síðsta og avgerandi finaludystin🏀 Dysturin var spennandi og tættur, men Hamar menn megnaðu at halda høvdið kalt og vunnu 77-55!🤩🔥 Vit eru sera glað fyri allan tann fantastiska stuðulin hetta kappingarárið, og vit gleða okkum longu til tað byrjar aftur💚 Takk fyri í ár!🏆💚🏀🔥

12/04/2026

Í gjár spældu okkara røsku kvinnur ein SERA spennandi finaludyst móti Sporðdrekanum.😮‍💨 Tað endaði við støðuni 55-55, so dysturin mátti í yvirtíð.🕝Kvinnurnar kempaðu og endaðu við at vinna 66-63, sum merkir, at Hamar kvinnur hava vunnið FM!🥇🏆🥹Vit eru eisini SO takksom fyri øll tykkum, sum stuðlaðu okkum, vit eru so glað fyri tykkum!🥰💚
Menninir spældu eisini ein spennandi og tættan dyst móti Hávi, men tað rakk tíverri ikki. Eftir at hava kempað so væl allan dystin endaði dysturin 71-62 til Háv. Menninir spæla aftur leygardagin (18/4) kl. 15 í Høllini á Argjahamri - Komið og stuðlið!💚 Vit eru eisini SO takksom fyri øll tykkum, sum stuðlaðu okkum, vit eru so glað fyri tykkum!🥰💚
Síggjast leygardagin kl. 15 í Høllini á Argjahamri, har vit øll fara at heppa uppá HAMAR!🔥🤩🏀

Photos from Kurvabóltsfelagið Hamar's post 09/04/2026

Í gjár spældu bæði okkara lið fyrsta umfar av finaluni í Skúlanum á Argjahamri og VUNNU!🤩 Næsta umfar verur eisini leikt í Skúlanum á Argjahamri leygardagin - Kvinnurnar kl. 14 og menninir kl. 16.30🏀 Komið og stuðlið!💚 Vit vilja takka øllum tykkum sum vóru SO RØSK at heppa og stuðla okkum í gjár - tit eru gullverd!💚🤩🔥 SÍGGJAST LEYGARDAGIN💚

08/04/2026

Í dag spæla bæði okkara lið fyrsta umfar av finaluni í Høllini á Argjahamri. Kvinnurnar spæla ímóti Sporðdrekanum kl. 18, og menninir spæla ímóti Hávi kl. 20🏀
Komið og stuðlið!💚🔥

Photos from Kurvabóltsfelagið Hamar's post 03/04/2026

Eftir ein SERA spennandi og heitan dyst í Klaksvík í gjár, hava okkara kvinnur tryggjað sær eitt pláss í finaluni!😍🔥 Vit takka Hávi fyri ein tvær góðar semifinalur💚
Fyrsta finaluumfarið hjá kvinnunum verur komandi mikudag🏀

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Argir?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Internet side

Adresse


Glyvursvegur 44
Argir
160