Boksisamband Føroya

Boksisamband Føroya

Del

Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Boksisamband Føroya, Sport og fritid, Solbakkevej 42-56, Vordingborg.

Photos from Boksisamband Føroya's post 10/07/2026

Boksisamband Føroya hevur havt ein jaligan fund við Parkinsonfelagið um okkara komandi verkætlan Neuro Boksing Føroyar.

Parkinsonfelagið tók sera væl ímóti átakinum og fer javnan at kunna sínar limir um verkætlanina. Boksisamband Føroya fer í takt við menningina av verkætlanini at senda kunning og dagføringar til Parkinsonfelagið, sum síðani víðarideilir kunningina til sínar limir.

Boksisamband Føroya hevur harumframt sett seg í samband við onnur feløg við tí endamáli at kanna møguleikarnar fyri einum líknandi samstarvi. Vit bíða í løtuni eftir svari frá feløgunum og síggja góðar møguleikar fyri, at verkætlanin kann koma enn fleiri fólkum við neurologiskum sjúkum til gagns.

Tá verkætlanin er klár, verður ein ókeypis kunningar- og royndarverkstova hildin fyri øllum limum í ymisku feløgunum. Verkstovan fer at geva luttakarunum eina góða innleiðslu í hugtakið Neuro Boksing Føroyar og teir venjingarhættir, sum verða nýttir.

Eftir verkstovuna fáa áhugaðir luttakarar møguleika at tekna seg til eitt longri venjingarskeið. Venjingin verður síðani skipað og framd av servandum venjarum í teimum lokalu boksifeløgunum, sum eru partur av verkætlanini, og sum framyvir fara at hava ábyrgdina av venjingunum í sínum øki.

Boksisamband Føroya sær sera jaliga upp á framtíðina hjá verkætlanini og teir møguleikar, hon skapar fyri fólk við neurologiskum sjúkum í Føroyum. Við einum sterkum samstarvi millum sjúklingafeløgini og tey lokalu boksifeløgini ynskja vit at byggja eitt burðardygt og landsfevnandi tilboð, sum kann vera við til at økja um lívsgóðsku, felagsskap og likamliga virkni hjá luttakarunum í nógv ár framyvir.

Á myndini síggjast formaðurin í Boksisambandi Føroya, Martin Meng Wojciechowski, næstformaðurin í Parkinsonfelagnum, Óli Jákup Tvørfoss, og nevndarlimurin Torbjørn Bek.

Photos from Boksisamband Føroya's post 03/07/2026

Boksing í Føroyum stendur saman í stríðnum móti neurologiskum sjúkum.

Boksisamband Føroya er sera errið av at kunna kunngera eitt nýtt og spennandi átak, har boksingin í Føroyum stendur saman fyri at gera ein veruligan mun fyri menniskju við neurologiskum sjúkum.

Í tøttum samstarvi millum Boksisamband Føroya, Klaksvík Boksing og Tórshavn Boksing verður verkætlanin Neuro Boksing Føroyar nú veruleiki.

Endamálið við verkætlanini er at bjóða serliga tillagaða boksivenjing til fólk við neurologiskum sjúkum, so sum Parkinson, Sklerosu, Alzheimers og øðrum neurologiskum sjúkum. Altjóða gransking og royndir vísa, at boksivenjing kann hava jaliga ávirkan á javnvág, samskipan, styrki, úthaldni og lívsgóðsku.

Sum partur av verkætlanini fer Boksisamband Føroya nú at menna eina serliga útbúgving fyri venjarar í føroysku boksifeløgunum. Tá útbúgvingin er liðug, fara venjararnir at standa fyri Neuro Boksing-venjingum í teimum einstøku feløgunum kring landið, soleiðis at tilboðið verður atkomuligt hjá so nógvum sum gjørligt.

Næsta stigið verður at fáa í lag eitt tætt samstarv við sjúklingafeløg, heilsumyndugleikar og aðrar felagsskapir, ið síggja møguleikarnar í verkætlanini og ynskja at gerast partur av henni. Somuleiðis vóna vit, at fleiri samstarvspartar vilja vera við at menna hesa týdningarmiklu verkætlan.

Verkætlanin krevur tó eina munandi íløgu í byrjanini. Ein nýggj útbúgving skal mennast, og altjóða samstarvspartar skulu koma til Føroya at hjálpa okkum, at byggja verkætlanina á bestu fakligu vitan og royndir.

Tí fer Boksisamband Føroya í summarfrítíðini at søkja stuðul frá grunnum, fyritøkum og øðrum stuðlum í Føroyum, sum vilja vera við til at skapa eitt tilboð, ið kann gera ein veruligan mun fyri mong menniskju.

Vit trúgva upp á, at boksing er nógv meira enn ítróttur og kapping. Boksing kann skapa vón, felagsskap, lívsgleði og betri lívsgóðsku.

Einsamøll kunnu vit nógv – men saman kunnu vit enn meira. Saman koma vit á mál!💪🏻🥊🇫🇴

Ein sera spennandi tíð liggur nú fyri framman hjá føroyskari boksing. Vit gleða okkum at taka næsta stigið og vísa, at boksing eisini kann vera ein týdningarmikil partur av heilsu og endurvenjing hjá fólki við neurologiskum sjúkum.

Neuro Boksing Føroyar er bara byrjanin. 🥊🇫🇴

06/06/2026

🥊🥊🇫🇴🕺

https://www.facebook.com/share/p/199BT1oAkS/?mibextid=wwXIfr

Hey tit!

Mánadagin 08/06 byrja vit at venja aftur🥊

skemaði:

Mánadag Kl 17:30 - 19:30

Mikudag Kl 17:30 - 19:30

Fríggjadag 17:30 - 19:30

Tilmelding:

Hjá okkum er tað krav at viðkomandi persónur ið ætlar sær at íðka hjá okkum, skal við fyrstu uppmøting upplýsa:

Navn
føðingardag
tlf nummar
E-mail

Limagjald:

10-12 ár: 400kr
13+ ár: 800kr

goldið verður við kontant ella flyting á konto:
9181 5528846

Photos from Boksisamband Føroya's post 12/04/2026

Vores deltagelse ved årets Tuff Nuff tunering i Vordingborg blev til 2 bronze og en sølv medalje..

Andreas og Sebastian fik begge 2 bronze uden kamp da modstanderne ikke kunne stille til dagens kamp enten pga skade el sygdom.

Karstin boksede semifinale i går men som blev en finalekamp da der heller ikke kunne stilles kampe i dag til dem, så Karstin vandt en sølvmedalje.

Teitur tabte sin bronze kamp i dag mod en dygtig svensker, selvom Teitur kæmpede en rigtig god kamp, så var det ikke nok i dag da svenskeren lå et nievue over hele kampen igennem.. så det blev til et nederlag, men vi må bare videre herfra..

Opsummering: klubberne på Færøerne har stort set ligget stille hele 2025, og vi vidste at Tuff Nuff kunne blive en tung start for os, men vi er alle ved godt mod og klar på og arb videre frem.. træner teamet er stolte af alle drengene, de viser den færøske fane med stolthed, og kæmper med hjertet for sporten fuldt ud i hver kamp..

Next stop… next FIGHT!!

Team Føroya takker teamet bag Tuff Nuff for et fantastisk setup… vi ses næste år…

Et slag for FØROYA🥊💪🏻🇫🇴

12/04/2026

Teitur tapti tíverri bronsu dystin.
Svenskarin rann eitt sindur for nógv undan, so for fá sløg komu inn.

12/04/2026

Teitur fer í ringin um cirka 10-15 min

12/04/2026

Teitur boksar um cirka 30 min 🥊🇫🇴

12/04/2026

Teitur boksar kamp nr 10 ídag. Verður cirka kl 11-11.30.
Fylgi við her, vit streama her

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Vordingborg?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Internet side

Adresse


Solbakkevej 42-56
Vordingborg
4760