25/11/2023
Ofta koyra vit bara í tí sama, sum vit altíð hava gjørt.
Tað er so gott og sunt, at steðga á og hyggja at okkara atburði og hvat tað er vit gera, fyri at uppbyggja ella ofta niðurbróta okkara frið.
Kaos er partur av lívinum, men hvørji tól og amboð hava vit til taks, tá á stendur?
Her eru nøkur amboð, ið altíð eru góð at hava í ryggsekkinum! Góðan leygardag til tykkara ❤️🌷
23/11/2023
Um tú ikki sjálv setur krøv, ger onkur annar tað fyri teg. Um tú ikki sjálv hevur og setur mørk, ger onkur annar tað fyri teg. 🎈
15/11/2023
Vit hugsa ofta um, hvat MEIRA vit kunnu gera í lívinum. Men ofta eru tað ting, ið vit skulu STEÐGA við at gera ella hugsa. Tá tilveran verður “ruddað”, er pláss fyri nýggjum.
04/11/2022
Kenslur eru umráðandi. Men tær eru ikki alt og hava verr enn so altíð rætt. Umráðandi er, at leggja dent á onnur ting við síðurnar av kenslunum eisini og ikki lata kenslur ráða eina.
25/06/2022
Heilin ger nógv fyri okkum. Gevið honum umsorgan, við at geva honum góða føðslu, vætu og strimbran! 🧠💥
24/06/2022
So var Ein Dag í Senn aftur eftir ein lítlan steðg. Takk fyri at tit fylgja við! Ynski tykkum eitt gott vikuskifti! 🎈🎉