28/06/2026
U15 Í STREYMNESI
Væl gekst hjá væl mannaðu U15 dreingjunum í Streymnesi í gjár. Ein javnleikur og ein sigur.
Til lukku við úrslitunum í fyrru hálvu!
Drívið á B71!
Úrslit:
B71-B36 1-1 (Hans Gudmund)
B71-Royn 4-0 (Jákup, Heðin, Kristian H., Rúni)
26/06/2026
DYSTIR Í VIKUSKIFTINUM
Leygardagin 27.06
Úti:
U15 dreingir: Kapping í Streymnesi, 13.00
2. deild menn: KÍ-B71, kl. 13.00
Sunnudagin 28.06
1. deild menn: TB-B71, kl. 14.45
Drívið á B71!
26/06/2026
SIGUR SÍÐSTA DYST
Seinasti dystur hjá U18 bleiv leiktur fyrradagin ímóti B36 inni í Dal og úrslitið gjørdist ein heimasigur, har Tummas Frank Winther legði teir gul/bláu á odda, áðrenn Hjalti T. Olsen økti til 2-1, ið gjørdist endaligt úrslit.
Til lukku og góða feriu 😉
Drívið á B71!
24/06/2026
U18 KL. 19.00
Um 10 minuttir spæla U18 dreingir síðsta dyst í fyrru hálvu inni í Dal!
Drívið á B71!
21/06/2026
SKRÚÐGONGA 03. JULI!
B71 er sum vant við til skrúðgongu og setan av Sandoyarstevnu, ið hesu ferð verður fyriskipað í Skopun 03.-05. juli!
Vit heita á allar leikarar felagsins at seta sær løtuna av og koma og ganga skrúðgongu hesa løtuna kl. 18.30, 03. juli!
Drívið á B71!
Nú nærkast alvorliga 🥳😍
Sandoyarstevnan verður í Skopun vikuskiftið 3-5.juli.
Sum tit síggja so fara vit at halda til niðri á kaiøkinum fríggjakvøldi, har ymiskt spennandi verður á skrá🤩
Leygardagin og sunnudagin verður stevnan í og uttanfyri Samljóð🥳
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll🤩
Ps. Dámi og deili enduliga🥰
21/06/2026
U9 Í HOYVÍK
Seinasta kapping hjá røsku U9 dreingjunum gekk aftur væl. Teir taptu ein dyst so dyggiliga, men hinvegin vunnu teir tveir aðrar og spældu javnleik.
Nú er summarferia og tíð til onnur ting eina løtu, ikki minst at taka sær av løttum. Verður fótbóltur so spældur í frítíðini kortini, jamen so er tað bara eisini gott afturat 🙂
Drívið á B71!
20/06/2026
U13 SEINASTA HEIMAKAPPING
U13 gentur var einasta B71 liðið á heimavølli hettar umfarið. Væl gekst, fyrst við einum javnleiki ímóti Víkingi og síðan ein sigur móti AB.
Til lukku við góðum úrslitunum í fyrru hálvu, gentur!
Drívið á B71!
ÚRSLIT:
B71-Víkingur 1-1 (Rósa H.)
B71-AB 2-1 (Rósa T. 2)
20/06/2026
📸 SIGUR Í GUNDADALI 📸
Dystarfrásøgn frá dystinum í næstbestu deildini ímillum B36 og B71 í dag. 2-1 gjørdist endaliga støðan. Frásøgnin er um dystin, har spælið var so sum so, men endaliga støðan var tað viktigasta. Eisini síggja vit fram til komandi sunnudag tá farast skal ein túr við Smyrli at hitta aldursforsetan TB.
Eisini eru nakrar myndir at njóta í endanum av greinini.
Til lukku við góða avrikinum og avrikunum seinastu tíðina!
Drívið á B71!
1. deild menn: B36-B71 1-2 - B71
Við meiri enn einum sindri av stríði og strevi, so megnaði besta mansliðið at vinna øll trý stigini í Gundadali í dag. Ein arbeiðssigur Dysturin í farnu viku og dysturin í dag kendust sum nátt og dagur. Víkingur á 2. plássi vitjaði inni í Dal í síðstu viku og fingu ikki eitt be...
20/06/2026
14. UMFAR Í GUNDADALI
Nú nærkast hálvuni hjá flestøllum liðum. Besta mansliðið spælir tó 3 dystir afturat og vit byrja hesar við dysti í Gundadali kl. 14.00 ímóti B36.
Vit vóna góðan stuðul í dag, eins og aðrar dagar!
Drívið á B71!
20/06/2026
U8 Á SKÁLA
Tað sást aftur á undirtøku til seinastu kapping at vit nærkast feriutíð, har nógv ymiskt er á skrá.
Hóast hettar, so fingu vit sett eitt U8 lið saman og møttu til síðstu kapping á Skála eisini.
Onkuntíð vóru vit nær við úrslit, men tíverri ongi stig hesu ferð. Vit fara í feriu nú og so dríva vit á aftur, tá vit hittast aftur hinumegin ólavssøku, tá barna- og ungdómsvirksemi spakuliga fer í gongd aftur.
Drívið á B71!